Undan fjórðingsfinaluni í kvøld millum H71 og ukrainska HC Galychanka Lviv kemur EHF nú við eini seinastu áheitan um, at feløgini finna eina semju um, at bara dysturin í høllini á Hálsi í kvøld klokkan 20 skal spælast, og at vinnarin har verður tað liðið, ið kemur víðari til hálvfinalurnar.
Tað skrivar H71 á heimasíðuni fyrrapartin.
Europeiska hondbóltssamgongan, EHF, hevur latið málið upp í hendurnar á íslendinginum, Reynir Stefánsson, sum er EHF-umboð í sambandi við dystin í kvøld, og hann hevur fingið at vita frá EHF, at hann eina seinastu ferð á tekniska fundinum undan dystinum skal krevja feløgini eftir einum endaligum svari, um tey ganga við til ein dyst, ið skal avgera alt, ella ikki.
EFH viðurkennir, at í reglunum fyri EHF Europa Cup er ikki nakar ítøkiligur møguleiki fyri, at EHF sker ígjøgnum, men at einasta loysnin er, at feløgini finna semju. Samstundis viðurkennir EHF, at H71 hevur strekt seg langt, men at Galychanka ikki higartil hevur sagt verða sinnað bara at spæla henda eina dystin í Føroyum.
– Tann mest pragmatiska loysnin vildi verið at spælt ein dyst og latið dystin í Havn avgjørt, hvør kemur víðari til næsta umfar, hevur ítróttarstjórin í EHF, Markus Glaser, skrivað til allar partar í málinum, har hann eisini vísir á, at tað eru umstøður uttan fyri regluverkið, ið gera tað neyðugt, at feløgini spæla við, so ein loysn kann finnast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald