- Hóndbóltssambandið ynskir at geva enn fleiri føroyingum møguleikan at flúgva beinleiðis til Basel í samband við EM endaspælið hjá kvinnum. Tí verður arbeitt við møguleikanum at seta eitt flogfar aftrat inn at flúgva beinleiðis til Basel fríggjamorgun, 29. november 2024, og heim aftur beint eftir triðja dystin tann 3. desember 2024.
Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.
Har verður ikki bert lýst við møguleikanum at koma til Sveis fyri at síggja søguligar føroyskar hondbóltsdystir saman við nógvum øðrum føroyingum, men eisini fyri at uppliva ein av bestu jólamarknaðunum í Evropa - ella heiminum.
Ferðin er treyta av, at nóg nógv hava tilmelda seg sunnudagin um eina viku, 13. oktober.
Leikskrá hjá føroyska liðnum
29. november 2024: Sveis – Føroyar
1. desember 2024: Føroyar – Kroatia
3. desember 2024: Føroyar – Danmark
Kunning um atgongumerkir, prísir og annað síggjast á hsf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald