Kavi og vindur darvaðu tríggjar av dystunum sunnudagin, og veðurforsøgnin fyri restina av vikuni sær einki serlig út. Tað verður framvegis fitt av kava, og tað gerst kaldari tá komið verður út ímóti vikuskiftinum - niður í 8-9 kuldastig ymsastaðni í landinum.
Harvið er vandi fyri, at veðrið fer at órógva umfarið. Eitt er, at tað ikki veður lætt at venja í vikuni - tó at góð kavarudding hjálpir - men so er tað frost, ið kann gera tað ov vandamikið at spæla.
Les eisini: Kalda veðrið heldur fram vikuna út
2. umfar í Betrideildini er á skránni leygardagin og sunnudagin, og nú hava allir fimm dystirnir fingið ásett eina klokkutíð.
2. umfar í Betrideildini
Leygardagin 11/3
15.00: ÍF - EB/Streymur
Sunnudagin 12/3
15.00:
AB - KÍ
B36 - 07 Vestur
TB - HB
16.00: B68 - Víkingur
Støðan:
1. KÍ 3 stig
2. HB 3 stig
3. B36 3 stig
4. EB/Streymur 3 stig
5. 07 Vestur 3 stig
6. ÍF 0 stig
7. AB 0 stig
8. B68 0 stig
9. Víkingur 0 stig
10. TB 0 stig
ÍF spælir aftur leygardagsdyst, og tann - á ymsan hátt - kanska mest áhugverdi dysturin sunnudagin byrjar eitt sindur seinni enn hinir. EB/Streymur kann koma upp á fult stigatal við sigri í Fløtugerði, meðan ÍF helst skal á talvuna Víkingur skal reisa seg eftir 3-0 tapið fyri B36, og B68 skal royna at koma nærri at órógva eitt av topp-trý liðunum frá seinastu árunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald