Í gjárkvøldið var lutakast um, hvussu spælast skal í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, umframt í innleiðandi og í 1. umfari í steypakappingini hjá kvinnum. Lutakastið var beinleiðis í Televarpinum, sum nú hevur rættindi at vísa steypakappingarnar.
Eftir lutakastið til 1. umfar (áttandapartsfinalurnar) hjá monnum var greitt, at tveir stórdystir vera:
Fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið 2023 - áttandapartsfinalur
22. og 23. apríl - møguliga 21. apríl eisini
Víkingur - HB
FC Hoyvík - EB/Streymur
ÍF - 07 Vestur
AB - FC Suðuroy
B36 - KÍ
Skála - B71
TB - B68
NSÍ - MB
Les meira: Stórdystir í fyrsta umfari í steypakappingini
Víkingur vann finaluna um Løgmanssteypið á KÍ í fjør. HB er uppgávan hjá steypavinnarunum seinni í mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)
Hjá kvinnum háttaði lutakastið seg soleiðis, at KÍ og 07 Vestur eru tey bæði Betrideildarliðini í innleiðandi umfarinum. Tey skulu møta ávíkavist ÍF og FC Hoyvík úr 1. deild
Innleiðandi umfari í steypakappingini hjá kvinnum
Flaggdagin, týsdagin 25. apríl
FC Hoyvík – 07 Vestur
KÍ - ÍF
Síðani gjørdist greitt, at um KÍ sum væntað vinnur, verður talan um endurtøku av steypafinaluni frá í fjør í fjórðingsfinalunum: HB hevur 7. mai heimavølli móti vinnarunum av KÍ - ÍF.
Tá tekur EBS/Skála móti B36, og suðuroyarliðið skal spælar í Sarpugerði. NSÍ skal helst til Sørvágs.
Fjórðingsfinalurnar
Sunnudagin 7. mai
HB – KÍ/ÍF
EBS/Skála – B36
FC Hoyvík/07 Vestur – NSÍ
Víkingur – TB/FCS/Royn
Kelda: fsf.fo og Televarpið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald