3-0 (25-15, 25-20, 25-16)
Fleyrmenninir vóru í topform, tá teir í dag tóku ímóti SÍ í høllini á Hálsi, og við flottum sløgum, góðum beinarbeiði og vælvirkandi blokki gjøgnum allan dystin, spældu teir SÍ av vøllinum við einum 3-0 sigri.
Fleyr legði seg á odda beinanvegin í 1. Setti og høvdu leiðsluna allan dystin. 1. sett endaði 25-15 til Fleyr.
2. sett var tað javnasta í dystinum, og miðskeiðis í 2. setti hevði SÍ ein góðan stima, og Fleyr tók time-out. Spælið var tætt hesa løtuna, og bæði lið vístu dygdarspæl. Settúrslitið gjørdist 25-20. Triðja sett byrjaði sum fyrsta, við at Fleyr legði seg á odda 4-0, áðrenn SÍ kom inn í dystin.
Spælistílurin hjá liðunum, sum liggja nr 3 og 4 í landskappingi, minnir um hvønn annan. Bæði liðini høvdu løtur við góðum spæli, men tað var alla tíðina greitt, at Fleyr var omaná. Settúrslitini vóru 25-15, 25-20 og 25-16.
Dysturin er seinsti dystur áðrenn hálvfinalurnar í steypakappingini, sum verða spældar í badmintonhøllini í Klaksvík komandi vikuskiftið. Hálvfinalurnar liggja uttan iva liggur frammaliga í huganum hjá liðunum, tí tað er í steypakappingini, at tey enn hava møguleika at seg galdandi í ár. Hóast liðini ikki vóru so jøvn, var hetta ein góður dystur við góðum spæli frá báðum pørtum, og flest allir leikarar sluppu á vøllin á báðum liðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald