Fótbóltur

Nýggjur kappingarleistur til viðgerðar

Ein arbeiðsbólkur við umboðum frá FSF og fimm feløgunum hevur gjørt eitt uppskot, ið millum annað inniber eitt endaspæl, eftir at liðini hava spælt tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum..

Fundur verður við feløgini um ætlaða kappingarleistin 22. og 23. januar

Fundur verður við feløgini um ætlaða kappingarleistin 22. og 23. januar

2021-01-12 19:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

– Um broytingar ongantíð verða gjørdar, stendur ein í stað, og tá er bara ein spurningur um tíð, til man verður yvirhálaður. Tað er tí í tøkum tíma, at vit gera okkurt, so føroyskur fótbóltur kann verða fluttur enn longri fram á leið,

Hetta sigur Róin Schrøter, varaforseti í Fótbóltssambandi Føroya, og formaður í arbeiðsbólkinum, ið viðgerð, um kappingarleisturin í mansdeildunum skal broyast.

Seinastu 16 árini eru millum lítlar og ongar broytingar framdar í kappingarleistinum í fremstu deildini hjá monnum. Og áðrenn tað var heldur ikki nógv, ið broyttist, skrivar FSF, sum hevur reist spurningin, um tíðin nú er búgvin til at gera størri broytingar í kappingarleistinum galdandi fyri allar deildir hjá monnum.

Við ársbyrjan í fjør setti FSF ein arbeiðsbólk á stovn, ið skuldu viðgera møguligar broytingar. Arbeiðsbólkurin er mannaður við umboðum úr NSÍ, B36, AB, 07 Vestur og FC Suðuroy, umframt Róin Schrøter og Fríðini Ziskason, og Sunnivá Kollslíð og Virgari Hvidbro, ið umboða ávikavist starvsnevndina og umsitingina hjá Fótbóltssambandi Føroya.

[object Object]Róin Schrøter, longst til vinstru (Mynd: Sverri Egholm)

Heimasíðan hjá FSF skrivar, at fyrstu tíðina darvaði korona arbeiðsgongdini, men tíðliga á sumri í fjør kom gongd á, og síðan juni eru øll fótbóltsfeløgini, landsliðsvenjarin, tekniski stjóri í FSF, Venjarafelagið, Dómarafelagið, nakrir spælarar og spælaraumboðsmaður hoyrd í málinum. 

- Stutta niðurstøðan er, at stórur meiriluti eru fyri at halda fram við 10 liðum í fremstu deildini, men samstundis varð givið til kennar, at tey ynsktu broytingar, uttan tó at vera serliga ítøkilig, sigur Róin Schrøter

FSF skrivar, at flestu feløgini eru á einum máli um, at okkurt skal gerast, men akkurát hvørjar broytingar skuldu fremjast, var ilt at fáa eyga á við ársbyrjan í fjør.

Støðan í málinum er nú tann, at eitt møguligt uppskot er viðgjørt, og sent øllum feløgunum til hoyringar. Í stuttum snýr tað seg um, at liðini í fremstu deildini, í 1. deild og í 2. deild at byrja við spæla tvær ferðir móti hvør øðrum. Síðan verður kappingin skipað sum eitt endaspæl, har øll liðini verða býtt í tilsamans 5 bólkar, við seks liðum í hvørjum bólki.

– Vit hava sjálvandi viðgjørt fyrimunir og vansar við einum nýggjum kappingarleisti. Men hvør niðurstøðan verður, dugi eg illa at siga beint nú. Tað eru feløgini, sum í síðsta enda avgera, hvussu ein møguligur kappingarleistur skal verða. Í tí sambandi verður fundur við feløgini 22. og 23. januar. Eg haldi tó at hesin kappingarleisturin, ið vit hava viðgjørt, sær spennandi út, sigur Róin Schrøter 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder