Føroysku hondbóltslandsliðini eru seinastu árini farin í gongd aftur at spæla í undankappingum. HSF hevur fingið skipað landsliðshondbóltin hjá teimum ungu og vaksnu, og menningin sæst.
U21 landsliðið megnaði í 2016 at spæla seg til HM-endaspæli í Algeria. Í Norður Afrika megnaðu ungu dreingirnir at koma víðari til áttandapartsfinaluna. Kvinnulandsliðið gjørdi um seg seinni tað árið við at vinna sær rættin at spæla í EM-undankapping.
A-landsliðið hjá monnum tapti í januar allar tríggar dystirnir í HM-undankapping í Italia. Eyguni vórðu síðani vend ímóti EM-undankappingini, ið fór í gongd í gjár.
Nógv hevur verið tosað um dystin móti Danmark, ið veðrur leiktur á heimavølli í Skjern leygardagin. Men fyrsta uppgávan var Montenegro, og hóast ikki líka stór og spennandi sum tann ímóti dønum, so vistu føroyingarnir, at møguleikin fyri at fáa stig var sera lítil.
Montenegro var við til HM-endaspælið í 2013, og hevur verið við til tey seinastu trý EM-endaspølini. Danir mettu, at Montenegro var eitt trupult lið at trekkja úr øðrum seedinslagið. Fleiri av leikarunum leika í Ungarn, har støði er høgt. Aðrir spæla í Týsklandi og Fraklandi. Talan er um nógvar sera høgar og krútsterkar leikarar, í miðal er stórur munur á hæddini.
Veddingarfyritøkurnar vístu eisini á munin undan dystinum. Har gav ein sigur til Montenegro ikki nógv. Hjá fleiri síðum var tað 1,03, ið vil siga, at um ein setti 100 krónur á Montenegro, vóru bert 103 krónur at heinta. Ein føroyskur sigur gav hinvegin áleið 13,00 (1300 kr. fyri 100 kr.)
Føroyingarnir sóu eisini til at vera í sekkinum. Eftir ein frálíkan føroyskan 1. hálvleik tók Montenegro yvir, og var á odda 24-21, tá fimm minuttr vóru eftir. Men stríð, frálíkur hugburður, ein fantastisk málmansbjarging og eitt mál fýra sekund fyri tíð góvu javnleik. Føroyska liðið legði líka í forsagnirnar og fekk eitt søguligt og væluppiborið stig í Podgorcia.
Les eisini:
Føroyingar fingu javnleik í seinasta sekundi
- Risastór sensatión
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald