Fyri viku síðani vann H71 FM-heitið hjá monnum í hús við triðja finalusigrinum av trimum møguligum móti Kyndli.
Í dag spæla kvinnuliðini hjá hjá Kyndli og VÍF triðju FM-finaluna í SMS-deildini. Dysturin á Hálsi byrjar klokkan 17.
![]()
(Skíggjamynd: Ovast á Portalinum har tað fer at bera til at fylgja dystargongdini)
Liðini hava vunnið eina finalu hvør seinastu vikuna: Fyrst Kyndil á Hálsi sunnudagin og síðani VÍF eftir longda leiktíð og brotskøst í Vestmanna mikukvøldið.
Les meira um aðru finaluna her: Drama í Vestmanna: VÍF vann eftir brotskøst
![]()
Vestmannakvinnur fegnast um dramatiska sigurin eftir brotskøst mikudagin (Mynd: Jens Kr. Vang)
Harvið 1-1 í finaludystum og tað skulu minst tvær finalur til afturat, tí neyðugt er vinna tríggjar slíkar dystir fyri at gerast føroyameistari.
Lagt er upp til meira spenning, nú liðini bresta saman aftur fyri triðju ferð og skulu royna at vinna sær fyrimun í finalurøðini.
FM1 sigur frá á Hálsi klokkan 17. Lurta her ella á vanligu frekvensunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald