Føroysku menninir vóru til EM-endaspælið í Berlin í januar, føroysku kvinnurnar skulu til EM-endaspæl í Basel í november-desember, og skjótt skulu føroysku menninir royna at syrgja fyri føroyskum hattrikki.
Orsakað av sigrum seinastu árini og endaspælsplássinum í fjør hoppaðu Føroyar hesaferð tey bæði fyrstu umførini í undankappingini um. Harvið er tað tað eina umafarið, play-off umfari, ið er galdandi.
Har fingu Føroyar helst best hugsandi lutakastið: Norðurmakedónia.
Kiril Lazarov er nú venjari og ikki spælari. Liðið hevur tó fleiri spælarar, ið hava Champions League í ár, og tað verður ein stór avbjóðing fyri Føroyar - serliga útidysturin Í Skopje 12. mai frammanfyri einum 6.000 larmandi heimaáskoðarum.
Fyrst snýr tað seg tó um heimadystin, og hann er á skránni á Hálsi um eina viku, mikudagin 8. mai klokkan 19. Tað verður fullsett, og stórt upphitingartiltak verður í OY frá klokkan 16.
Les eisini: Stór upphiting undan heimadystinum móti Norðurmakedónia
Spenningurin økist. Størsti parturin av hópinum savnast sunnukvøldið, og allir eru uppá pláss mánadagin.
Føroyski hópurin:
Eyka: Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Bakkar:
Eyka: Bjarni í Selvindi, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Vengur:
Strikur:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald