Fótbóltur

Eingin broyting frá 6-1 dystinum

Mikkjal Thomassen hevur givið øllum ellivu afturval til dystin í Dublin í kvøld og spælt verður allarhelst í einari 4-4-2 leikskipan, ið kann gerast til 4-5-1 í verjustøðu.

Páll Klettskarð skoraði í seinastu viku hattrikk fyri KÍ í 6-1 sigrinum á Dinamo Tbilisi. Hann hevur áður spælt landsdyst á Aviva-leikvøllinum í Dublin (Mynd: Sverri Egholm)

Páll Klettskarð skoraði í seinastu viku hattrikk fyri KÍ í 6-1 sigrinum á Dinamo Tbilisi. Hann hevur áður spælt landsdyst á Aviva-leikvøllinum í Dublin (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-01 18:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hesir ellivu skulu í fyrstu syftu stríðast fyri at fáa KÍ í bólkaspælið: 

Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck - Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen - Páll Andrasson Klettskarð, Ole Erik Midtskogen

Hesir byrjaðu allir inni í 6-1 sigrinum á Dinamo Tbilisi á Tórsvølli í 3. umfari fyri einari viku síðani.

Á bonkinum: Lukasz Jarosinski, Davíd Langgaard Ísak Simonsen, David Skrbec, Jonn Johannessen, Ólavur Niclassen, Boris Dosljak

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder