Fótbóltur

Eingin Champions League-vinnari ella Liverpool spælari við í morgin

Georgia hevur givið stóru stjørnini Khvicha Kvaratskhelia og málverjanum Giorgi Mamardashvili frí móti Føroyum - vandamikli áleyparin Georges Mikautadze vera heldur ikki í hópinum hósdagin.

Khvicha Kvaratskhelia skoraði í stóra finalusigrinum hjá PSG leygarkvøldið - føroyska verjan skal tó ikki hugsa um vandamikla vongin (Mynd: EPA)

Khvicha Kvaratskhelia skoraði í stóra finalusigrinum hjá PSG leygarkvøldið - føroyska verjan skal tó ikki hugsa um vandamikla vongin (Mynd: EPA)

2025-06-04 13:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tbilisi, Georgia (Portalurin): Georgia var til sítt fyrsta stóra endaspæl í fjør, og liðið hjá Willy Sagnol stóð seg eisini heilt væl í Týsklandi.

Vongurin Khvicha Kvaratskhelia, áleyparin Georges Mikautadze og málverjin Giorgi Mamardashvili skinu bjartast til EM. Eingin teirra er við nú.

Teir báðir fyrstnevndu spæla nú í Fraklandi, og Kvaratskhelia hevur júst vunnið Champions League og tvey meistaraheiti. Hann er mest navnframi og vandamikli spælarin hjá Georgia.

Føroyska verjan sleppur eisini undan Mikautadze, sum fekk eitt altjóða gjøgnumbrot í EM. Hann hevur skorað tjúgu landsliðsmál. Mamardashvili var ein brandur, og Liverpool keypti hann fyri síðani at leiða málverjan út aftur til Valencia. Eftir summarsteðgin fer hann til Onglands - onkur annar skal verja georgiska málið móti Føroyum í morgin.

Umframt hesar størstu stjørnurnar, hava ógvuliga royndu verjuspælarnir Guram Kashia og Solomon Kvirkvelia fingið frí móti Føroyum, og miðvallar ið spæla í Fraklandi, Spania og Onglandi sita eisini heima.

Talan verður tó framvegis um eitt sterkt georgiskt lið.

[object Object]
Hópurin - Wikipedia

Føroyar og Georgia spæla venjingardyst í Tbilisi í morgin, hósdagin 5. juni, klokkan 17 føroyska tíð.

Sí eisini:  (Myndir) Oysregn, tora og taktikkur í Tbilisi

Sí eisini: Jákup og Patrik: - Ógvuliga gott at vera aftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder