Lagt var upp til ein sera spennandi dyst í Norðragøtu í dag, sum kundi fáa stóra ávirkan á FM-stríðið og stríðið um evropeiskt pláss.
Nakað av iva var orsakað av veðurforsagnunum, men væntað varð, at dysturin skuldi spælast. Men eftir at Eiler Rasmussen og hinir í dómartoyminum tvær ferðir vóru úti á vøllinum og kannaðu umstøðurnar, varð staðfest at tað ikki er spælandi í Sarpugerði í dag.
Hetta váttaði dómarin fyri FM 1 fyri løtu síðani, og at avgerðin var serliga bygdur á, at bólturin ikki kundi liggja stillur.
Nær dysturin verður leiktir er enn ógreitt. Kappingarnevndin nú skal viðgera hetta
Fýra dystir í 25. umfari eru tó í gongd. Fylg við á forsíðu okkara
Fótbóltur
Eingin dystur í Sarpugerði í dag
Nógvi vindurin ger, at ein nýggj dagfesting skal finnast til Víking - KÍ.
Víkingur og KÍ sleppa ikki á vøllin í dag orsakað av vindinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-10-05 16:35
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald