Fótbóltur

Eingin fótbóltur í Føroyum í morgin

1. umfar í Betrideildini er útsett eina viku. Vit vilja finna út av eini loysn á áskoðaraviðurskiftunum, og vilja hava tíð at viðgerða hesa støðuna, sigur Christian Andreasen.

KÍ, B36 og hini liðini sleppa ikki á vøllin seinnapartin í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ, B36 og hini liðini sleppa ikki á vøllin seinnapartin í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-07 19:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta umfar í Betrideildini verðir ikki leikt í morgin kortini. Hetta hava vit fingið váttað frá Fótbóltssambandinum. Talan er um avgerð, sum er tikin um fyri kortum. Christian Andreasen sigur soleiðis um avgerðina í viðmerking við Portalin: 

- Vit vilja finna út av eini loysn á áskoðaraviðurskiftunum. Tað vil siga eina loysn við avmarkaðum tali av áskoðarum, sum heilsumyndugleikarnir kunnu viðmæla. Ein møguleiki er til dømis at halda áskoðarasektiónir atskildar. Vit vilja hava tíð til at viðgera, hvussu vit handfara tað støðu vit eru komin í

Í gjárkvøldið komu boð um, at eingir áskoðarar sluppu til dystirnar orsaka av tilmælum frá Heilsumálaráðnum viðvikjandi coronasmittuni.

Í dag hevur Kappingarnevndin viðgjørt støðuna, og ætlanin var at senda eina vegleiðing út til feløgini, um hvussu dystirnir skuldu avgreiðast uttan áskoðarar. Formaðurin í FSF, Christian Andreasen, segði við Portalin fyrr í dag, at støðan ikki er løtt, og at tað fer at verða hugd uppá møguleikarnar fram til komandi vikuskifti, so at dystirnir í 2. umfari kunnu spælast við áskoðarum.  

Les eisini: - Vit noyðast at binda um heilan fingur

Vit hava frætt, at okkurt felag fyrr í dag hevur sent áheitan inn til FSF um at útseta umfarið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder