Hondbóltur

Eingin landsdystur í Føroyum á hesum sinni

Orsakað av koronastøðuni í Kekkia eru dystirnir, sum skuldu verða 4. og 7. november, útsettir.

Jónas G. Djurhuus og hinir sleppa ikki í eldin á hesum sinni (Mynd: Sverri Egholm)

Jónas G. Djurhuus og hinir sleppa ikki í eldin á hesum sinni (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-28 13:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbóltssamband Føroya hevur júst boðað frá, at fyrstu dystirnir hjá føroyska manslandsliðnum í komandi EM-undankapping eru útsettir. 

Teir skuldu leikast í komandi viku, 4. november í Pilzen í Kekkia, og 7. november í Høllini á Hálsi. Men orsakað av álvarsligu koronastøðuni í Kekkia eru dystirnir útsettir.

Kekkiska hondbóltssambandið hevur boðað tí føroyska frá, at myndugleikarnir í Kekkia í verandi støðu ikki loyva fólki at savnast og loyva ikki hondbóltsdystum at vera leiktir. Kekkiska kappingin liggur still, leikarar sleppa ikki at savnast til venjingar, og eisini eru stórar avbjoðingar við at fáa leikarar leysgivnar av útlendsku feløgum teirra - serliga úr Bundesliguni í Týsklandi.

EHF, evropeiska hondbóltssamgongan, hevur gjørt eina samlaða meting av støðuni og eru 7 dystir í EM-undankappingini útsettir í fyrstu atløgu.

Føroyar høvdu fingið undantaksloyvi at spæla heimadystin í Føroyum, men tað verður so ikki á hesum sinni, at menninir spæla týðandi dyst her á landi. Filip Jojic skuldi eisini fáa sínar fyrstu almennu landsdystir í komandi viku.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder