Tað er í kvøld at H71 og ukrainska felagið HC Galychanka Lviv hittast fjórðingsfinalu í Høllini á Hálsi. Um hetta verður einasti fjórðingsfinaludysturin er framvegis ógreitt.
Evropeiska hondbóltssamgongan EHF heitti á feløgini um at finna eina semju um, at dysturin í kvøld verður einasti dystur, men eingin semja varð funnin.
– Tíverri eru vit ikki komin nakran veg, segði Anna Dam, forkvinna hjá H71 í samrøðu við Útvarpið.
Undan fyrru fjórðingsfinaluni, sum átti at verið spæld í Ukraina 13. februar, mæltu myndugleikarnir frá at fara til Ukraina, og tí boðaði H71 frá, at tær ikki fóru um markið til Ukraina at spæla dystin.
Ein roynd varð gjørd at fáa dystin fluttan til Póllands, har H71-kvinnurnar vóru staddar, men tað eydnaðist ikki at fáa semju um hetta.
Anna Dam sigur, at ukrainska liðið framvegis tvíheldur um, at eina fjórðingsfinalan skal spælast í Ukraina.
Sum skilst liggur avgerðin nú hjá EHF, og verður væntandi ein avgerð tikin innan 14 dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald