Í júst farna kappingarári vann Undrið FF 2. deild trygt og tryggjaði sær harvið fyri fyrstu ferð rættin at spæla í næstbestu mansdeildini.
Nakað av iva var sáddur um, hvørs serstaka felagið frá 2006 fór at fáa loyvi at spæla í 1. deild, tí undir lóggávuni hjá FSF er neyðugt at hava millum annað ungdómslið. Tað hevur Undrið ikki, og hesin knúturin var sum skilst ein av orsøkunum til, at samanlegging var á borðinum.
7.november skrivaði bolt.fo um møguligu samanlaeggingina í Hoyvík, og stutt um hvussu bæði kundu fingið fyrimun av tí. Nevnt varð, at bæði feløgini skuldu hava aðalfund tíggju dagar seinni - í gjár - og at tann hjá Undrinum byrjaði ein tíma frammanundan. ![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/09/04/890x590/16307725989basg9ji1w.jpg)
Undrið er sett saman av leikarum, sum eru "í góðum fótbóltsárum", koma ymsastaðni frá og har teir flestu helst ikki høvdu spælt fótbólt nú, um teir ikki spældu í Undrinum. Felagið er stórt sæð bygt uppá samanhald (Mynd: Sverri Egholm)
Júst hetta seinasta gjørdi, at eykaaðalfundurin hjá FC Hoyvík, har samanlegging við Undrið FF og navnabroyting var á skrá, varð avlýstur í síðstu løtu, tí uppskotsstillararnir fingu fráboðan um, at á aðalfundi hjá Undrinum, ið eisini hevði samanlegging á skrá, var ikki meiriluti millum limirnar um málið.
Hetta kundi FC Hoyvík staðfesta á Facebook-síðu sínari í gjárkvøldið.
- Við støði í hesi avgerð, tóku uppskot stillararnir til eyka aðalfundin hjá FC Hoyvík, ið var nevndin, øll 3 uppskotini aftur, og tí var eyka aðalfundurin avlýstur.
Á facebook-síðuni hjá Undrinum vóru boðini kunngjørd á eitt sindur øðrvísi hátt. Sum skilst var tað ein ógvuliga breið semja í breiddarfelagnumum, at man vildi halda fram.
Harvið verða tað framvegis at vera tvey feløg, sum koma at hava heimavøll í Hoyvík í 2022; eitt sum hevur ungdómsdeild, har nakrir leikarar eru at síggja á ungdómslandsliðunum og har besta mansliðið framhaldandi fer at spæla í 2. deild - hitt uttan ungdómsdeild men við sínum einasta liðið í næstbesu mansdeildini.
Sí eisini: - Vóna at vit kunnu verða næsta felagið ið brýtur igjøgnum í Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald