Sunnudagin gjørdi Valur bart í Rumenia og spældu seg í finaluna í European Cup.
Les eisini: Allan skal spæla evropeiskar finalur
Tað var tó ikki so nógv tíð at hátíðarhalda hetta hjá Allani og liðfeløgunum, tí onnur hálvfinaluna í íslendsku landskappingini var á skránni í gjárkvøldið. Valur tapti fyrstu finaluna, so neyðugt var at vinna hesa hálvfinaluna, fyri at tað ikki skuldi verða heilt stórt trýst á Vali.
Heimaliðið lat heldur ongan iva verða um útfallið í Reykjavík. Valur fekk so at siga alt at rigga, var á odda 21-12 í steðginum og vann heili 39-25.
Allan Norðberg spældi væl og skoraði fimm mál av høgra vongi. 30-ára gamli strandingurin hevur framvegis nógvar spennandi dystir fyri framman í hesum kappingarárinum. Hann er tó ikki úttikin til A-landsliðið, sum í næstu viku skal spæla HM play-off dystir móti Norðurmakedónia.
Triðja hálvfinalan verður sunnudagin klokkan 19, tá Allan og Valur skulu á vitjan. Liðið sum fyrst vinnur tríggjar hálvfinalur skal spæla finalurøð um íslendska meistaraheitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald