Valur vann við átta málum í fyrru hálvfinaluni, sum var í Reykjavík fyri viku síðani, og harvið bendi nógv á, at Allan Norðberg og liðfelagirnir skuldu spæla finalu í European Cup.
Rumenska Minaur Baia Mare er tó ógvuliga sterkt á heimavølli, og Valur tók einki fyri givið áðrenn seinna dystin. Farið var tíðliga til Rumenia, og íslendska liðið spældi eisini ein frálíkan fyrra hálvleik í dag.
Tað var 8-17 og harvið alt avgjørt. Harvið kundi Valur spara nakað og eftir seinasta bríksl fegnast. Íslendsku steypavinnararnir vunnu 30-24 og harvið 66-52 samanlagt
Hetta merkir, at Allan og hinir skulu spæla European Cup-finalur móti grikska stórfelagnum Olympiacos. Hetta verður triðja og fjórða vikuskiti í mai - ein dystur er á heimavølli og og ein á útivølli. Talan er um triðsterkastu evropeisku kappingina.
30-ára gamli strandingurin skoraði eitt mál í dag. Høgri vongurin hevði tvey skot.
Valur skal spæla aðru hálvfinala í stríðnum um íslendska meistaraheitið hóskvøldið. Tað er heimavølli móti Afturlending. Valur tapti fyrstu hálvfinaluna - fyrsta liðið, sum kemur uppá tríggjar sigrar har, kemur í finaluna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald