Eftir ætlan skuldi sjeynda útgávan av Intersport Summar Cup haldast í Gundadali 4. og 5. juli 2020, men støðan við koronasmittuni hevur gjørt, at tað seinastu tíðini hevur verið ivamál um, hvørs møguleiki er at fyriskipa kappingina í ár.
– Eftir at vit hava samskift við koronaráðgevingina mugu vit tíverri staðfesta, at tað verður ikki møguligt at fyriskipa kappingina í summar. Vit harmast sjálvandi um hetta, men heilsustøðan hjá hvørjum einstøkum hevur sjálvandi okkara hægstu raðfesting, siga fyriskiparar handan Intersport Summar Cup í tíðindaskrivi.
Teir greiða frá, at teir fara at seta seg í samband við tey, ið hava teknað seg, so tey kunnu fáa luttøkugjaldið endurgoldið.
– Vit vóna at kunna bjóða øllum til Intersport Summar Cup 2021 í juli komandi ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald