Fótbóltur

Eitt lið hevur fult stigatal fyri tveir dystir

Um tað verður ein vinnari í grannauppgerðini í Gundadali í kvøld, so kemur tað liðið undir liðuna á KÍ í stigum. Byrjanin hevur verið tyngst hjá TB og AB.

Árni Frederiksberg skoraði einsamalla málið fyri oddaliðið í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg skoraði einsamalla málið fyri oddaliðið í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-03 11:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At hyggja ov nógv eftir stigatalvuni tá (næstan) tvey umfør eru spæld, gevur ikki so nógva meining. Tó eru nakrar ábendingar og smærri niðurstøður eftir fyrstu níggju dystirnar í Betrideildini.

KÍ hevur fult stigatal. Føroyameistararnir hava higartil greitt sína skyldu við heímasigrum á TB og AB. Minusini hava verið at lata mál inn móti TB og leikliga avrikið í gjár, ið var undir miðal. Í EB/Streyms-leguni kunnu teir sum heild vera nøgdir: Trý stig higartil og tepurt tap í góðum avriki í Klaksvík.

Tyngri sær út hjá TB. Tvær ferðirnar sjey mál inn, og hóast styrkta manning og betri tíð at fyrireika seg til dyst nummar tvey, so hevur lítið verið at staðið ímóti við. Á útivølli móti føroyameistarunum og síðani steypavinnarunum kunnu stig ikki væntast, men greitt er, at nógv er at arbeiða við í Trongisvági.

Sí eisini: Video: Poul Ingason: Skulu tora nógv betri at spæla

AB skal eisini finna málið. Tvær ferðir 0-2 móti liðum, sum argjamenn meta seg skula hava stg ímóti. Serliga var tað eitt vónbrot í Fuglafirði í gjár. Stríðsviljin lýsti av fuglfirðingum, liðið var vælskipað og kyniskt: Uppflytararnir meina hetta, og hesuferð rakk tað til stig. Tað er framvegis heilt tíðliga, sum AB-venjarin vísti á í samrøðu í gjár, men ein trupul dystarskrá er fyri framman.

[object Object]
ÍF vann 2-0 á AB í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini:
ÍF stóri sigursharrin pálmasunnudag
Hans Jákup Lervig: - Fantastiskt at skora og at fáa trý stig her í Fuglafirði

Har eru millum annað B36 og HB á skránni skjótt. Grannarnir bresta saman í kvøld í Gundadali, og  HB er neyðugt við trimum stigum fyri at fylgja við KÍ. Órógv hevur verið seinastu tíðina - serliga í samband við at hjálparvenjarin Jákup Martin Joensen hevur sagt seg í starvi. B36 skal í gongd við at vinna grannauppgerðir aftur og byggja uppá heilt góðu byrjanina, sum liðið hjá Dan Brimsvík fekk við 3-0  sigrinum í Sarpugerði.

Í Víkingi skuldu teir bíða leingi við reisa seg eftir taptið fyri B36. Tað gjørdu teir í ljósabláum so við manér: Víkingur skoraði sjey mál, tá TB vitjaði í Sarpugerði leygardagin og er aftur á slóðini.  

Støðan í Betrideildini 

1. KÍ 6 stig
2. 07 Vestur 4 stig
3. Víkingur 3 stig
4. HB 3 stig *
5. B36 3 stig *
6. ÍF 3 stig
7. EB/Streymur 3 stig 
8. B68 1 stig
9. AB 0 stig
10. TB 0 stig 

*Ein dyst færri 


Betrideildin, 4. umfar (umfar nummar tvey)

Í dag, mánadagin, 3. apríl
18.00: B36 - HB

Í gjár, sunnudagin 2. apríl

ÍF - AB 2-0 (1-0)
11' Hans Jákup Lervig (Pól Jákup Lundsbjerg) 1-0
55' Hans Jákup Lervig (Jhon Mena) 2-0

Myndir: ÍF - AB

KÍ  - EB/Streymur 1-0 (1-0)
16' Árni Frederiksberg (Luc Kassi) 1-0

Myndir: KÍ - EB/Streymur

07 Vestur - B68 1-1 (0-1)
1' Ragnar Samuelsen (Mohammed Samba) 0-1
81' Daniel Obbekjær 1-1


Leygardagin 1. apríl - Sarpugerði
Víkingur - TB 7-0 (1-0)
33' Sølvi Vatnhamar (Ingi Jonhardsson) 1-0
46' Arnbjørn Svensson (Bergur Gregersen) 2-0
50' Martin Klein Joensen 3-0
57' Sølvi Vatnhamar (br.) 4-0
69' Andreas Lava Olsen (Jákup Johansen) 5-0
82' Olaf Bárðarson (Finnur Justinussen) 6-0
90' Finnur Justinussen (Jákup Johansen) 7-0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder