Fjórðingsfinalurnar í sponsku steypakappingini vórðu avgjørdar í hesari vikuni. Mest áhugaverdi dysturin var á Camp Nou, har Barcelona vendi 2-0 ósigrinum frá fyrra dystinum ímóti Sevilla. Barca vann heili 6-1 og er tískil til reiðar til hálvfinalurnar.
Les meira: Copa del Rey: Barcelona víðari eftir stórsigur á Sevilla
Real Madrid vann trygt á Girona yvir tveir dystir, og Valencia og Real Betis slóu avíkavist Getafe og Espanyol út.
Nú hevur lutakast verið um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum, og greitt er at tað verða tvey brak í hesum mánaðinum. Mikukvøldið tekur Real Madrid ímóti Barcelona, og 27. februar er kongafelagið á vitjan í Katelonia.
Barcelona hølvaði arvafíggindirnar av í La Liga fyrr í ár, er tíggju stig frammanfyri, og hevur vunnið Copa Del Rey seinastu fýra árini. Real hevur tó vunnið finaluna á Barcelona í 2011 og 2014.
Betis og Valencia hittast somu dato. Fyrri dysturin verður í Sevilla; seinna veðrur leikt í Valencia.
Fótbóltur
El Clasico í hálvfinaluni
Real Madrid og Barcelona skulu dystast um at koma í finaluna í Copa Del Rey.
Arvafíggindarnir bresta saman í stríðnum um finalupláss (Mynd: EPA)
2019-02-01 16:07
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald