Fótbóltur

eLandsliðið: Tveir sigrar í fyrstu royndini

Føroyar vunnu tveir teir fyrstu dystirnar – á Wales og Andorra – men so gjørdust bitarnir ov stórir.

Føroysku landsliðsleikararnir royndu seg í gjár í undankappingini (Mynd: FSF)

Føroysku landsliðsleikararnir royndu seg í gjár í undankappingini (Mynd: FSF)

2020-03-17 17:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stórur partur av ítrótti í Evropa liggur stillur í løtuni, men hóast millum annað “veruligur fótbóltur” ikki verður leiktur, so verður dystast í efótbólti.

Áðrenn jól vunnu Heðin Egholm Skov og Virgar Trondesen sær rættin at umboða Føroyar í UEFA eEuro 2020-undankappingini.

Fyrsta umfar var í gjár, og føroysku landsliðsleikararnir hittust í hølunum hjá Fótbóltssambandinum og spældu yvir netið móti leikarum úr fimm ymisku londunum, ið Føroyar eru í bólki við. Tað er Pro Evolution Soccer hjá Konami, ið spælt verður í. Heðin og Virgar spældu hvør sín dyst móti hvørjum landi, og so varð samanlagda úrslitið talt saman.

[object Object]
Mynd: FSF

Í fyrstu dystunum eydnaðist tað at vinna 3-1. Ein umboðar sítt egna land í spælinum, so sigur á Andorra var sum so ikki so óvæntaður, meðan sigurin á Bale, Ramsey og hinum walisum var flottur.

Ein av spælarunum hjá Italia er heimsmeistari, og har gjørdist samanlagt talan um greiðan ósigur. Móti Ukreina varð ósigurin størri, men móti Montenegro endaði annar av dystunum við sigri.

Seinna umfarið verður leikt mánadagin 30. Mars.

UEFA eEuro 2020-undankappingin, 1. Umfar:
Føroyar – Wales 3-1
Føroyar – Andorra 3-1
Føroyar – Italia 4-10
Føroyar – Montenegro 2-6
Føroyar – Ukraina 2-13

Støðan eftir 1. Umfar:
Italia 13
Montenegro 11
Ukraina 10
Føroyar 6
Andorra 3
Wales 0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder