Betrideildin hjá monnum kemur at enda leygardagin. HB fekk FM í hús sunnudagin, men spenningurin er framvegis um annað plássið, ið gevur beinleiðis atgongd til europeiskan fótbólt, og um niðurflyting.
Tvey lið ið eru við í hvør sínum stríðið hittast í Klaksvik i kvøld. Talan er um útsettan dyst frá seinast í september, tá KÍ var í gongd við evropeiskar uppgávur.
KÍ tapti í Runavík sunnudagin og skal harvið vinna á AB fyri at taka annað plássið undan seinasta umfarinum. KÍ hevur tørv á at enda nummar tvey fyri at tryggja sær pláss í Evropa komandi ár.
At enda á triðja plássið er nóg mikið, um nummar tvey, nummar eitt, ella nummar eitt vinnur steypakappingina. KÍ tryggjar sær triðja plássið við sigri í kvøld, tí B36 og NSÍ hittast í seinasta umfari, men liðið hjá Mikkjali Thomassen er ikki við í steypakappingini.
Tað er AB, men hjá argjamonnum snýr tað seg um at yvirliva. Mánadagin gjørdist greitt, at tað verður ikki við Símuni Samuelsen við róðrið. Vágbingurin er uppsagdur, og í hansara stað er Rógvi Nónsgjógv Poulsen settur. Argjamaðurin verður leikandi venjari og skal royna at lyfta AB av tíggjunda og aftasta plássið. Kappingin við Skála er tøtt og verður avgjørd leygardagin. Um tað eydnast at vinna sær stig í Klaksvík í kvøld, kann AB seta seg í eina betri støðu til tá.
Fyrsta bríksl við Djúpumýrar verður klokkan 17.
Støðan í Betri deildini menn
1. HB (68 stig)
2. NSÍ (60 stig)
3. B36 (59 stig)
4. KÍ (58 stig)*
5. Víkingur (44 stig)
6. ÍF (26 stig)
7. EB/Streymur (24 stig)
8. TB (15 stig)
9. Skála (7 stig)
10. AB (7 stig)*
*KÍ og AB hava spælt ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald