Fótbóltur

Eli Falkvard Nielsen hevur tikið gaggurnar fram aftur

Stríðsfúsi miðvallarin hevur so at siga ikki spælt fótbólt í eitt og eitt hálvt ár. Annars drúgvi vágamaðurin hevur verið skaðadarvaður men hevur nú skrivað undir sáttmála við B36 fyri 2025.

Eli Falkvard Nielsen hevur umboðað B36 síðani 2014. Hann misti alt 2021 og 2024 við skaða men er nú til reiðar at taka eitt tørn afturat (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eli Falkvard Nielsen hevur umboðað B36 síðani 2014. Hann misti alt 2021 og 2024 við skaða men er nú til reiðar at taka eitt tørn afturat (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-01 16:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann kom til B36 úr barndómsfelagnum 07 Vestur í 2014 og var skjótt við til at vinna tvey føroyameistarheiti. Í 2015 hevði hann stóran leiklut á FM-liðnum.

Síðani hevur Eli Falkvard Nielsen í stóran mun verið fastur fúsur sum verjukendur miðvallari hjá B36. Hesa tíðina hevur Eli verið við til at vunnið finaluna um Løgmanssteypið í (2018)  - var skaddur í 2021 - og spælt seg víðari í Evropa níggju ferðir samanlagt.

Eli spældi við í teimum seks evropeisku dystunum hjá B36 í 2023, men síðani spældi hann bert einar tíggju minuttir - í einum dysti - restina av árinum. Miðvallarin hevur verið skaðadarvaður seinastu árini, og síðani 2023 hevur tað verið í hælsinuni.

[object Object]
Eli Falkvard Nielsen skoraði annað málið í longdu leiktíðini í Estlandi í 2023, tá B36 spældi seg víðari úr 1. umfari í Conference League (Mynd: Ingi Arge)

Hetta hevði við sær, at Eli Falkvard Nielsen als ikki spældi í 2024, men nú er hann aftur. B36 boðar í dag frá, at vágamaðurin hevur tikið gaggurnar fram aftur og gjørt sáttmála við felagið fyri 2025.

- Stríðshugaði miðvallarin var ikki í fjør. Hann hevur verið illa darvaður av skaða í hælsinuni. Í vetur hevur hann verið við í fyrireikingunum til komandi kappingarár, og uppvenjingin gongur sum ætlað. Vónað verður, at hann verður førur fyri at spæla við fullari megi í mars, skrivar B36.

Nú verður talan um heldur øðrvísi B36-lið enn undanfarin ár, sum Jákup Martin Joensen í ár fer at stjórna.

[object Object]Mynd: Fótbóltsfelagið B36

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder