Seinasta útskiftingin hjá Føroyum í 3-0 ósigrinum fyri Rumenia á Tòrsvølli á gjárkvøldið var ein "mann fyri mann útskifting". Tá var 2-0 til rumenar, og Rógvi Baldvinsson, ið var fluttur fram á sentrala miðvøllin nakrar minuttir áðrenn, tá Andrias Eriksen kom inn fyri Brand Hendriksson, varð avloystir. Tað var Eli Falkvard Nielsen, ið kom inn.
Frá venjingini mikumorgunin (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Samrøða við Lars Olsen eftir dystin
Vágamaðurin hevur seinastu seks árini spælt fyri B36, og 27-ára gamli miðvallarin hevur havt eitt gott kappingarár. Hann hevur verið á dómaraseðlanum til fimm A-landsdystir, men í gjár varð hann skiftur inn á fyrsta sinni. Eli sat á bonkinum tríggjar ferðir í undankappingini til HM 2018 og í heimadystunum í Nations League móti Aserbadjan og Kosovo fyri einum ári síðani.
Andrias Høgnason Eriksen og Magnus Egilsson fingu debut í Spania fyri mánaði síðani
Eli fekk gult kort í 82. minutti. Hann spældi eitt korter í sínari landsliðsdebut, tí tríggir minuttir vórðu lagdir afturat.
Sí eisini: Rakk ikki til stig móti Rumenia
Myndir: Føroyar - Rumenia
Føroyska landsliðið vandi í morgun og venur aftur fyrrpartin í morgin. Týskvøldið klokkan 19.45 bresta Føroyar og Malta saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald