Í oktober 2015 tapti føroyska U21-landsliðið 6-0 á Tórsvølli fyri týsku U21-stjørnunum. Leroy Sané (Manchester City), Julian Brandt (Borussia Dortmund) Leon Goretzka, Serge Gnabry, Josuha Kimmich og Niklas Süle (hesir fýra: Bayern München) vóru millum teir á týska liðnum, ið ikki óvæntað vann stórt móti einum óroyndum føroyskum U21-landsliðið, ið bert fekk eitt stig hesa undankappingina. Føroyar vóru eisini allan 2. hálvleik í undirtali, eftir at Hákun Edmundsson fekk reytt kort beint fyri hálvleik.
Skrædl í Norðurmakedónia
Í næstan fýra ár var hetta metið fyri størsta ósigurin í søguni hjá føroyska U21-liðnum, ið byrjaði í 2007. Í gjár lá eitt stórtap ikki í luftini í Skopje, og serliga ikki eftir at Jákup B. Andreasen skoraði til 1-0 við brotssparki í 19. minutti. Men 70 minuttir seinni stóð 7-1 á máltalvuni:
- At leggja rygg til ósigur er ongantíð stuttligt, og at fáa ein ordiligan frammaná, sum her í Norðurmakedónia, er ein ræðulig kensla. Men vit kunnu ikki renna undan veruleikanum á degnum, og vit fara ongantíð at leita við lykt eftir undanførslum. Nú skal øll orka brúkast til at hyggja inneftir fyri at finna útav, hvat vit kunnu gera betri næstu ferð.
Hetta sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá Fótbóltssabandinum. Eftir 1-3 og 0-3 tap fyri ávíkavist Kasakstan og Montenegro í fyrstu dystunum, er úrtøkan nú 0 stig og ein málúrttøka á 2-13 fyri fyrstu tríggjar dystirnar í EM-undankappingini
Teir fyrstu ellivu í Norðurmakedónia í gjár (Mynd: FSF)
- Eg harmist almikið spælaranna vegna, at teir skulu leggja rygg til hendan ósigurin. Men bæði teir og vit við evstu ábyrgd mugu viðurkenna, at hetta var ikki góðtikið – langt frá
Næsti dystur hjá U21-landsliðnum verður tann 15. oktober. Hann er á útivølli móti Ísrael. Seinasti dystir í hesum árinum verður á heimavølli 19. november, tá norðurmakedónar vitja í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald