Eftir 3-0 tap í Montengro fríggjakvøldið gjørdist tað ikki betri hjá føroyska U21-landsliðnum í dag. Norðurmakedónia tók ímóti, og hóast tað sá heilt gott út eftir 25 minuttir, so endaði tað við stórtapi. Talan varð um størsta tapið í 12-ára søguni hjá U21-landsliðnum. 6-0 tapið fyri Týsklandi á Tórsvølli í 2015 størsta framanundan.
Eftir smáar tjúgu minuttir fingu Føroyar brotsspark. Hetta umsetti Jákup Biskopstø Andreasen, og so var 1-0 til liðið hjá Eli Hentze og Hegga Samuelsen. Leiðslan helt tó bert í sjey minuttir; og tá farið var til hálvleiks var 3-1. Hagtølini vísa eisini, at heimaliðið var meira vandamikið fyri steðgin, hóast liðini høvdu bóltin eins nógv.
Tá samanumkom hevði Norðurmakedónia 19 skotroyndir - 10 av teimum uppá mál. Eins og fríggjakvøldið hevði føroyska liðið bert tvær: Eina uppá mál (brotssparkið) Norðurmakedónia setti seg eisini meira á bóltin í seinna hálvleiki og lukkaði dystin heilt um tíman við tveimum málum. Seinastu fimm minuttirnar komu tvey mál afturat, tá fyrst Ditimar Mitrovski úr Sporting Lissabon fekk sítt hatrrick, og Darko Churlinov síðani gjørdist tvífaldur málskjútti.
Eitt pínligt úrslit, og fyrstu tríggir dystirnir hava ikki heilt eydnast so væl sum ætlað hjá føroyska liðnum.
U21 EM Undankapping
Skopje, 10.09
Norðurmakedónia - Føroyar 7-1 (3-1)
Føroyska liðið frá byrjan: Rói Zachariassen - Ari Olsen, Bjarni Petersen, Ólavur Niclasen og Daniel Johansen. Pætur Petersen, Mads B. Mikkelsen, Jákup B. Andreasen (L), Janus Svabo Samuelsen, Lukas Giessing - Hannes Agnarsson.
Petur Knudsen, Stefan Radosavljevic, Magnus Holm Jacobsen komu á vøllin miðskeiðis í 2. hálvleiki. Hugin Samuelsen tá fáir minuttir restaðu í og Victor Henriksen í yvirtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald