Hondbóltur

Elias: - Eg spæli í morgin

Knæðið er okay, og nú snýr tað seg bert um heimadystin, sigur heimsins besti ungi hondbóltsspælari, sum viðgongur, at alt enn kann tykjast óveruleikakent.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-05-07 16:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Knæið er okay, og eg spæli í morgin. Hetta staðfestir Elias Ellefsen á Skipagøtu í samrøðu í Hoyvík seinnapartin.

Spælskiparin viðgongur, at tað er heldur óveruleikakent at standa aftur í heimstaðnum sum heimsins besti ungi hondbóltsspælari, og ein sum hevur Final Four-dystir í Champions League á skránni.

Tað hugsar hann tó ikki so nógv um í løtuni - nú er tað serliga Norðurmakedónia í morgin.

- Vit skulu hava eitt gott útgangsstøði sum gjørligt, nú merkir bert heimadysturin alt - so kunnu vit hugsa um útidystin aftaná.

[object Object]
Í gjár vandi hann nógv yvirtalsspæl - fyrr í dag vandi Elias á Skipagøtu ikki (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur higartil ikki vant so nógv við. Liðið hevur hugsavna seg serliga um verjupartin.

- Hetta verður ógvuliga umráðandi. Hava ofta ikki so trupult við at koma til møguleikar og skora. Vit skulu eisini renna kontra, tá teir gera mistøk og hanga. Annars taka tað róligt og spæla okkara spæl, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu smílandi.

21-ára gamli bakspælarin gleðist eisini um stóra áhugan - hoyr alla samrøðuna ovast.

Sí eisini: Elias, Kjartan og Óli vandu ikki

Sí eisini: Teis: - Tað er fantastiskt at koma heim til hetta

Sí eisini: Video: - Royni at venja meg við verndarbrillurnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder