Leygardagin 8. juni skrivar Elias Ellefsen á Skipagøtu føroyska hondbóltssøgu, tá hann við THW Kiel spælir Champions League hálvfinalu. Dysturin verður í stóru Laxness høllini í Köln, og føroyski spælskiparin vissar um, at hann verður á hallargólvinum, har hann og liðfelagarnir skulu royna at basa Barcelona.
- Eg veit so, at eg fari at spæla. Um eg byrji inni, havi eg ikki ordliga kunning um enn.
Hetta sigur hann hálvgum flennandi, tá Portalurin fekk orðið á hann seinnapartin í gjár. Hetta var, meðan Elias á Skipagøtu sat í bussinum hjá THW Kiel, sum var ávegis til Köln.
Elias í Köln - spælskiparin hevur sín størsta dyst í felagshondbólti fyri framman (Mynd: THW Kiel)
Fyrsta kappingarárið hjá 22-ára gamla føroyinginum í týska stórfelagnum endar við einum braki. Tað er ikki hilnast væl í Bundesliguni, har Kiel annars søguliga er mest vinnandi felagi. Elias Ellefsen á Skipagøtu viðurkennir eisini, at man seinastu vikurnar hevur havt eitt eyga á á Final Four vikuskiftinum, har Barcelona er á skránni í hálvfinaluni.
- Hava vita í nakrar vikur at vit fóru at enda á 3. ella 4. plássi í Budesliguni. Vit vildu sjálvandi gjarna enda á 3. plássi og vinna teir seinastu dystirnar. Bæði plássini geva tó pláss í European League, og tað er eingin loyna, at vit hava fyrireika okkum nógv til Final Four. Vit hava bæði hugt eftir okkara spæli, og eftir hvussu Barcelona spælir.
- Hvat fyri dyst væntar tú móti Barcelona, og hvat skal til fyri at koma í finaluna ?
- Vit skulu fyrst og fremst spæla ein øgiligan góðan dyst. Teir eru nokk favorittar - tað siga tey flestu íhvussu er. Barcelona hevur eina sterka verju og rennur skjótt kontra. Vit skulu spæla klókt og ikki gera mistøk í álopinum, sum loyvir teimum í kontraálop.
Elias Ellefsen á Skipagøtu takkar føroyskum áskoðarum eftir sigur á Spania í U21 HM í fjør. Nakrir føroyskir áskoðarar vera í Köln um vikuskiftið - Elias fegnast um sín lieklut higartil í kappingini (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Kiel skal spæla móti Barcelona um finalupláss
Fyri Elias merkja hesir dystirnir nakað serligt - hesum dylir hondbóltsglaði hoyvíkingurin ikki fyri. Júst í Champions League hevur nummar 71 skinið fleiri ferðir í ár:
- Tað er sjálvandi ordliga stuttligt at fáa slíkar dystir. Eg havi droymt at spælt Final Four, síðani eg var til tað sum drongur saman við familjuni, og tað hevur verið eitt mál. Tað er eisini so, at eg havi fingið eitt sindur longri snór í júst Champions League. Havi spælt nógv í kappingini og staðið meg væl. Tískil kenni eg veruliga, at eigi ein part av, at vit eru her.
Eins og Elias Ellefsen á Skipagøtu var til finaluvikuskifti í fremstu evropeisku kappingini sum yngri, verða fleiri áskoðarar til dystrnar. Sjálvur fekk føroyski spælskiparin eini 20 atgongumerki, ið familja og onnur fingu. Eisini vita vit og Elias um fleiri aðrar føroyingar, ið vera til staðar í Lanxess leikhøllini í morgin og sunnudagin. Hon tekur eini 19.000 áskoðarar.
Portalurin verður eisini til staðar í Köln.
Sí eisini: - Sera stórt fyri føroyskan hondbólt at hava umboð í Köln
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald