Hondbóltur

Elias: - Var eitt sindur bangin fyri ikki at verða klárur

(Video) Hesir landsdystirnir vóru tó ongantíð heilt í vanda, og nú gleði eg meg bara at spæla fyri Føroyar aftur, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu. - Skulu vinna minst annan dystin hesa vikuna fyri at vera nøgdir við byrjanina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-11-05 20:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur, sum vera man, nakrar autografar at skriva, áðrenn hann kemur smílandi yvir móti myndatólinum.

Heimsins besti ungi spælari í 2023 er sum altíð fegin um at vera aftur í Føroyum. Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur annars ikki havt eitt gott kappingarár í Kiel. Springaraknæ hevur órógvað 22-ára gamla hoyvíkingin, ið tó varð klárur “í góðari tíð til landsdystirnar”.

- Var stúrin eina løtu men kom ikki av álvara í vanda

Elias staðfestir, at Føroyar eru í nýggjari støðu til hendan EM-undankappingarbólkin: Favorittar at fara víðari saman við Niðurlondum.

Málið í dystunum móti Kosovo, í morgin mikudagin klokkan 19 á Hálsi, og sunnudagin móti Ukraina í Litava er minst tvey stig, sigur spælskiparin.

- Fýra stig hevði verið øgiliga gott.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder