Hann var kvikur og snildur og sá út sum ein stjørna á stóra pallinum í París. Elias Ellefsen á Skipagøtu var avgerandi fyri THW Kiel í stóruppgerðini í kvøld.
Kiel er oddalið í Champions League-bólkinum, millum annað takkað verið flottum uppleggum og góðum málum frá nummar 71. Elias varð dagsins maður móti Kielce fyri 15 døgum síðani, og aftur nú gjørdi 21-ára gamli føroyingurin bart.
PSG var á odda í steðginum og fleiri ferðir í 2. hálvleiki í tætta dystinum. Kiel fekk tó knógvað tí móti endanum - og Elias á Skipagøtu var ein av teimum, ið vísti vegin.
Tað endaði 28-34 í París. Elias á Skipagøtu skoraði sjey mál og var javnsettur toppskjútti hjá THW Kiel. Føroyski landsliðsspælarin smæðist harvið ikki burtur millum øll tey stóru nøvnini.
Sí videohæddarpunkt ovast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald