
Um nakrar tímar fer á pappírinum størsta uppgerðin í týskum hondbólti í gongd. Hóast tað er tíðliga í kappingarárinum, so eru tað nøkur ár síðani, at Flensburg Handewitt - THW Kiel ítøkiliga hevur havt so nógv at siga.
Eftir sjey dystir hvør í Bundesliguni hevuur Kiel 13 stig á 1. plássi og Flensburg 12 stig á 2. plássi.
Saman við Magdeburg eru hetta einastu ósigraðu liðini í "sterkastu deildini í heiminum".
Føroyska stjørnan hevur stóran leiklut
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur verið besti spælari hjá Kiel í byrjanini av kappingarárinum, og varð eisini kosin tann besti av øllum í deildini fyri september.
Føroyski spælskiparin er næstbesti málskjútti í deildini saman við Mathias Gidsel við heili 59 málum fyri sjey dystir. Bert Omar Ingi Magnusson, sum tekur brotskøst fyri Magdeburg, er omanfyri (64 mál).
Elias á Sipagøtu skoraði fýra tey seinastu málini í dystinum móti Rhein-Neckar Lowen síðsta vikuskifti og tryggjaði harvið Kiel javnleik. Nummar 71 fær eisini stóran týdning í oddabrakinum í dag.
Grannarnir bresta saman klokkan 14.40 føroyska tíð. Dysturin sæst á TV3 Sport, sum Televarpið millum annað hevur, og á Viaplay.
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur verið flúgvandi fyri Kiel í ár (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald