THW Kiel greiddi í kvøld sína skyldu og legði seg aftur einsamalt á odda í bólki A í Champions League. Botnliðið í bólkinum, Eurofarm Pelister, vitjaði, og tað endaði 29-23.
Grundalagið varð lagt í fyrra hálvleiki, har vertirnir vóru greitt omaná. Verjuparturin var sterkur - bert tíggju mál komu ígjøgnum - og teir skoraðu heili 19 ferðir, har Elias Ellefsen á Skipagøtu gekk á odda. 21-ára gamli hoyvíkingurin stóð fyri tí mesta í álopsspælinum hjá Kiel: Hann skoraði seks mál og legði upp til seks onnur fyri steðgin. Elias setti ferðina, og fleiri av málunum og uppleggunum vóru heilt flott.
Nummar 71 sat uttanfyri fyrstu tíggju minuttirnar í 2. hálvleiki. Útiliðið kom betri við, og Kiel sløsaði sum heild nakað væl meira eftir steðgin. Teir í hvítum brendu eisini nógv, men sigurin kom ongantíð í vanda - munurin kom ikki niðurum fýra mál.
Elias á Skipagøtu skoraði tvey mál afturat og hevði eisini tvey upplegg eftir steðgin - tað seinna talið kundi verið meira enn tvífalt, um gagnnýtisprosenti hjá viðleikarunum var hægri. Hjá Eliasi sjálvum var tað í ovaru hálvu av 70'unum í kvøld: Spælskiparin skeyt 11 ferðir og skoraði átta mál í Wunderino leikhøllini.
Føroyska landsliðsstjørnan gjørdist greiður toppskjútti hjá Kiel og toppksjútti í dystinum. Kiel er nú ógvuliga nær við at tryggja sær topp-tvey. Hetta gevur beinleiðis atgongd til fjórðingsfinalurnar, og er tað fyrsta málið hjá THW Kiel í Champions League í ár.
Skíggjamyndir: handball-kanalen.tv
Eurofarm Pellister er meistaraliðið úr Norðurmakedónia. Fleiri landsliðsspælarar hjá Norðurmakedónia spæla við, so hetta var kanska ein áhugaverd trýstroynd hjá Eliasi sjálvum undan avgerandi HM play-off dystunum í mai.
Sí eisini: Atgongumerkjasølan til play-off dystirnar byrjar í morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald