placeholder
Fótbóltur

Elias og Bergur hava longt við Víking

Felagið hevur gjørt ein tvey-ára sáttmála við lokalu leikararnir.

Elias Rasmussen hevur verið fastur aftasti skansi hjá Vìkingi seinastu trý kappingarárini (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Rasmussen hevur verið fastur aftasti skansi hjá Vìkingi seinastu trý kappingarárini (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-07 11:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur er av álvara í gongd við sínar fyrireikingar til komandi kappingarár, og í gjár varð kunngjørt at Elias Rasmussen og Bergur Gregersen, báðir úr Norðragøta, høvdu skrivað undir ein tvey-ára sáttmála.

[object Object]Mynd: Vikingur.fo (á Facebook) 

Tá Geza Turi gavst eftir FM-heiti í 2016 kom í hús, tók Elias Rasmussen yvir sum fyrsti málverji í Sarpugerði. Í ár spældi 23-ára gamli Elias allar dystirnar í Betrideildini, fyriuttan tann seinasta har Bárður á Reynatrøð fekk møguleikan. Seinastu trý árini hevur Elias spælt 94 dystir í øllum kappingum við besta liðnum hjá Víkingi. Tilsamans hevur Elias Rasmussen spælt 95 dystir í Betrideildini - níggu av teimum við ÍF, ið málverjin varð leiðagur út til í seinnu hálvu av 2016. Hann vann føroyameistaraheiti í 2017.

Í 8. umfari í ár spældi Bergur Gregersen sín fyrsta dyst í Betrideildini í fýra og eitt hálvt ár. Vinstra beinti verjuleikarin kom í gongd aftur við fótbólt í 2018, eftir at hann hevði millum annað roynt seg við kurvabólti. Í fjør spældi Bergur 18 dystir við 1. deild. Í ár hevur 25-ára gamli leikarin spælt 12 dystir har og 13 í Betrideildini. Tað kann væntast, at Bergur fær ein uppaftur størri leiklut á besta liðnum komandi ár, nú Hanus Jacobsen er givin.

Tøl: FaroeSoccer

 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder