Tað er eingin loyna, at nógv í føroyska álopsspælinum hongur á Hákuni West av Teigum og Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. Tað er ei undur í. 21-ára gamlu hoyvíkingarnir hava leingi víst seg sum hondbóltsúrmælingar og ikki bert eftir føroyskum mátistokki - ein sveimandi og tryggur á høgra vongi og hin við gávum sum fáur sum spælskipari.
Teir spæla báðir í Bundesliguni nú - við stórum feløgum í heimsins sterkastu hondbóltsdeild. Seinastu dagarnar hava teir víst seg fram fyri Føroyar í Berlin. Føroyska liðið, og fjepparar tess, hava bergtikið hondbóltsevropa og vunnu nógv hjørtur.
Talan hevur verið um sterk liðavrik, men ein stór orsøk til stigið móti Noreg og tøttu dystirnar móti Slovenia og Póllandi eru Hákun og Elias. Hagtølini á heimasíðuni hjá evropeisku hondbóltssamgonguni eftir bólkaspælið tala fyri seg:
Ein ávísur føroyingur hevur flest upplegg - yvir átta í miðal (Mynd: eurohandball.com)
Elias er eisini nakað frammanfyri Gidsel og Juri Knorr í mál+upplegg. Kiel-spælarin hevði síðstu ella næstseinastu hond á 48 av 83 málum, sambært EHF (Mynd: Eurohandball)
Elias hevur nógv flest upplegg og málstig av øllum - málstig eru mál og upplegg samanlagt.
Flúgvandi føroyingur móti Póllandi - Elias Ellefsen á Skipagøtu er við í tí allarmesta hjá føroyska álopinum (Mynd: Sverri Egholm)
Hákun og Elias eru báðir eitt mál undir EM-toppskjúttarnir, sum eru Juri Knorr (Týskland) og Aleix Gomes. Føroyingarnir hava 23 hvør og harvið nærum átta í miðal fyri bólkaspælið.
Mynd: Euro Handball)
Báðir eru í topp-tíggju yvir bestu brotskastsskjúttar - Elias skoraði sjey av átta og Hákun er á janvsettum triðja plássið við 8/8. Øll hjá vonginum úr Füsche Berlin vóru skotin móti Póllandi.
Hákun West av Teigum er millum teir, ið hava skotið yvir 15 ferðir, við hægst skoteffektiviteti: Høgri vongurin skeyt 27 ferðir í endaspælinum og brendi bert fýra ferðir. Í hesum bólkinum liggur Elias væl lægri. Nummar 71 tekur nógvar møguleikar og nógv á seg, og hann er skrásettur fyri 40 skoti í trimum EM-dystum.
Hákun tók yvir frá Elias sum brotskastsskjútti móti Póllandi, eftir at síðstnevndi hevði brent sítt fyrsta brotskast í EM. Nummar 71 var púra tryggur og skoraði áttta av átta skotum úr sjey metrum (Mynd: jn.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald