Hondbóltur

Elias og Hákun vístu vegin og sítt virði

Komandi Bundesliga-spælararnir hjá Føroyum skoraðu 11 mál hvør fyrrapartin - spælskiparin og høgri vongurin eru ógvuliga týðandi fyri vegin víðari hjá U21 í Týsklandi.

Elias Ellefsen á Skipagøtu skein í dag: Hann skoraði ellivu mál og legði eisini upp til ellivu mál (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu skein í dag: Hann skoraði ellivu mál og legði eisini upp til ellivu mál (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-22 20:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Magdeburg, Týskland (Portalurin) - Tá man er sáttmálabundin við felag í Bundesliguni frá í summar og nøkur ár fram, so skal man helst gera mun á sínum U21-landsliði í einum HM-endaspæli. Hetta er støðan hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum, og hoyvíkingarnir hava higartil eisini syrgt fyri flestu málunum hjá Føroyum og spælt á sínum høga stigi, teir allarflestu minuttirnar teir hava verið á vøllinum.

Í fyrsta dystinum, sum var móti Angola týsdagin, vóru Elias og Hákun báðir 100 prosent í sínum skotum. Teir spældu bert 17-18 minuttir, men skoraðu báðir fimm mál í opnum spæli. Elias kom síðani inn at taka tvey brotskøst afturat. Spælskiparin hevði nakrar tekniskar villur, áðrenn hann varð spardur, men gjørdist toppskjútti í dystinum og dagsins maður.

Í dag var tað Hákun, ið fekk heiðurin. Hann skoraði 11 mál og var til einaferð í seinna hálvleiki ógvuliga tryggur, men síðani fekk japanski málverjin fatur á nøkrum skotum hjá høgra vonginum. Hetta var eftir, at hann justeraði sítt útgangsstøði nakað. 11 av 15 frá Hákuni er tó væl og virðiliga góðtikið, og tað eru júst tey somu skottølini hjá Eliasi móti Japan. Báðir spældu allan dystin - Elias Ellefsen á Skipagøtu var tó rímiliga sjálvdan inni í verjuni. Bróður hansara og systkinabarnið høvdu eisini fleiri mál og upplegg úr bakketuni, og Janus Dam Djurhuus skoraði seks ferðir av vinstra vongi - hann spældi bert ein hálvleik.

Sí eisini: Hákun: - Fari at royna at skora hvørja ferð í næsta dysti

Harvið hevur Hákun West av Teigum longu skorað 16 mál í kappingini, og hevur høgri vongurin, sum seinni í ár skal umboða Fücshe Berlin, skorað júst 80 prosent av sínum skotum í HM higartil. Elias á Skipagøtu skal skjótt til týsku meistararnar, THW Kiel, og hann liggur beint omanfyri 80 prosent. Umframt at vera heilt tryggur uppá brotskøst, høgdi Elias nøkur skot inn frá níggju metrum, og legði hann eisini upp til 11 føroysk mál.

Í nøkrum førum vóru tað bóltar út til Hákun, og tvær ferðir var tað vongurin, ið fann spælskiparan, tá Føroyar skoraðu við flúgvara - eisini nevndir japanari - í 39-34 sigrinum á Japan. Menninir, sum stóðu fyri nógvum av málunum í meira tætta dystinum í dag, eru úrmælingar og vera heilt vist týðandi í royndini at koma heilt langt í endaspælinum. Nú harðnar mótstøðan, og í annaðkvøld klokkan 19.15 er tað bólkafinala í Magdeburg móti Spania.

[object Object]
Hákun West av Teigum í einum av sínum 15 skotroyndum - ofta legði hann bara bóltin innum, uppum ella undir japanska málverjanum. Saman við Janusi Dam Djurhuus hinimegin hevur hann verið umráðandi í føroyska kontraspælinum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Hákun hyggur at, meðan Elias høggur bóltin í kassan (Mynd: Sverri Egholm)

Báðir umrøddu spælararnir hava verið við í grein á heimasíðuni hjá IHF, har teir svara uppá hvat er hent við føroyskum hondbólti, og hví teir kunnu vera avbjóðarar í HM. Greinin kann lesast her

HM-endaspæl fyri U21-landslið - Bólkur D 
Í dag, hósagin 22. juni í GETEC Arena í Magdeburg

Føroyar - Japan 39-34 (21-17)

Føroysku málskjúttarnir: 
Hákun West av Teigum 11 (1 brotskast) - 15 skot
Elias Ellefsen á Skipagøtu 
11 (2) - 15 skot
Janus Dam Djurhuus 6
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Pauli Mittún 3
Ísak Vedelsbøl 2
Pauli Høj 1
Bjarni í Selvindi 1

Flest upplegg (assist):
Elias Ellefsen á Skipagøtu 11

Elias og Hákun higartil í endaspælinum (mál): 
Elias: 15/19 (mál/skot) = 82,5 prosent - dagsins maður móti Angola
Hákun: 16/20 (mál/skot) = 80 prosent - dagsins maður móti Japan

Sí eisini:

Á veg víðari við nógvu málum í skjáttuni

Myndir: Føroyar - Japan U21

Video: Rói Ellefsen á Skipagøtu: Skulu brúka so at siga alla okkara orku í verjuni

Video: Mark Lausen Marcher: - Vit stýra dystinum frá byrjan og eru effektivir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder