Hondbóltur

Elias og teir taptu oddadystin

Føroyingurin hevði flest mál og upplegg hjá Kiel - 13 samanlagt - men gagnnýtisprosentið hjá honum og liðfeløgunum var samanlagt ov lágt í Nordderby.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-11 22:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri fyrstu ferð í kappingarárinum eru Elias Ellefsen á Skipagøtu farnir av vølli við einum tapi.

THW Kiel byrjaði annars betri í Flensburg og við fyri tað mesta flottum álopsspælið í fyrra hálvleiki, umframt nøkrum bjargingum frá Andy Wolff fyri steðgin, var Kiel á odda 19-18 í steðginum.

Fyrstu ellivu minuttirnar eftir steðgin skoraðu sebrairnar bert tvey mál, meðan Flensburg-Handewitt als ikki hevði trupulleikar við at skora.

Munurin gjørdist nøkur mál til fyrimuns fyri oddaliðið, og Kiel kom ongantíð frammum aftur. 

Eina løtu var Elias Ellefsen á Skipagøtu á bonkinum, men hesa løtuna økti heimaliðið nakað.

[object Object]Savnsmynd: Sverri Egholm

Móti endanum misti Elias bóltin í einari týðandi støðu, og talan var um ein av fimm skrásettum tekniskum villum. (Sæst frá 4.08 í videobrotinum ovast)

Munurin vr tó fýra mál tá, og sum heild gjørdi Kiel-liðið ov nógv mistøk og vardi ov illa fyri Lasse Møller, Emil Jakobsen og Flensburg-liðnum fyri at vinna oddadystin.

Elias Ellefsen á Skipagøtu gekk sum í undanfarnu dystum  á odda. Føroyingurin varð toppskjútti tjá THW við sjey málum, og legði nummar 71 eisini upp til flest mál - seks.

hagtølini frá dystinum síggjast her

Samanlagt 13 mál+upplegg, og í 1. hálvleiki gekst væl at skipa spælið. Elias á Skipagøtu brendi tó heldur illa í dag - eins og talið av tekniskum villum var hetta fimm.

Eitt gott mál hjá Eliasi og trý upplegg síggjast í videobrotinum, sum er ovast - og á Youtube-síðuni hjá Dyn Handball.

Flensburg-Handewitt, gamla liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, er nú á odda í Bundesliguni - eitt stig frammanfyri THW Kiel. Magdeburg kann eisini taka seg undir liðuna við sigri í morgin. Kiel skal reisa seg móti Melsungen næsta vikuskiftið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder