
Týski stórsteypadysturin varð spældur í München tíðliga í kvøld, og føroyingar á hvør sínum liði vóru á vøllinum so at siga allan dystin.
Hákun West av Teigum gjørdi sítt fyri meistararnar við tveimum málum av høgra vongi - bæði í fyrra hálvleiki. Álopið hjá Füchse Berlin koydi eisini sum smurt fyri steðgin og skoraði heili 19 mál.
Kiel-verjan fekk ikki tálma tí, og okkurt vantaði í álopinum. Elias Ellefsen á Skipagøtu kom tó inn og tók ábyrgd fyri steypavinnararnar, sum dysturin leið.
Í steðginum var munurin fimm mál, men hesin var skjótt burtur. Hetta átti Elias sín part í: Nøkur góð mál, snild upplegg og setti nummar 71 veruliga ferð í Kiel-spælið í løtum.
Eisini slapp Elias á Skipagøtu at skipa yvirtalsspælið hjá Kiel í løtunum kring steðgin, nakað sum hann annars sjálvdan ger í Týsklandi: Man sá hví 23-ára føroyingurin burdi sloppið framat hesum oftari í svørtum og hvítum.
Toppskjútti men brotskasts-brennivargur
Elias Ellefsen á Skipagøtu endaði sum javnsettur toppskjútti í stórsteypadystinum. Hann og Mathias Gidsel, ið annars varð tamdur í 2. hálvleiki, skoraðu átta mál hvør.
Flott avrik, men tíverri fyri Elias og Kiel misti liðið leiðsluna móti endanum vegna serliga brendar møguleikar, og føroyski spælskiparin endaði dagin á keðiligan hátt.
Tað stóð á jøvnum 33-33, tá 60 minuttir vóru farnir. Harvið skuldi brotskastskapping til, og har tóku málverjarnir yvirskriftirna - millum annað hevði vælspælandi Andy Wolff hjá Kiel eina framúrskarandi bjarging móti Gidsel.
Lasse Ludwig hjá Füchse fekk tó seinasta orðið. Tað var 3-2, tá Elias á Skipagøtu við tí síðsta av teimum tíggju brotskøstunum kundi javnað, men Ludwig las hann.
Hákun og Elias skulu næsta vikuskifti í eldin í 1. umfari í Bundesliguni - ávikavist sunnudag (31/8) og fríggjadag (29/8). Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf spæla allarfyrsta dystin í kappingini mikukvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald