Mikukvøldið vunnu Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel týska stórsteypadystin eftir brotskastkapping. Í dag byrjaði liðið sína verju av meistaraheitinum.
Hetta var á útiivølli móti Balingen-Weilstetten. Uppflytararnir royndu at fylgja við, men THW Kiel hevði tamarhald á støðuni, hóast munurin ikki var størri trý mál í steðginum, og fór av álvara frá tíðliga í 2. hálvleiki.
Elias Ellefsen á Skipagøtu var nógv á vøllinum í álopsspartinum og fekk tað at koyra væl. Sum vant vóru eisini fleiri fínar fríspælingar, og so skoraði Elias sjey mál.
Fýra av málunum - frá fyrra hálvleiki - síggjast her. Serliga tað seinasta er heilt flott, og týski viðmerkjarnir tykist at halda eftir undrihondsskotið, at føroyingurin ger, sum hann vil:
Upptøkur frá youtube-síðuni hjá THW Kiel
Talan gjørdist um ein stórsigur til Kiel: 36-25. Hetta var ein sigur, sum skuldi koma í hús, og 21-ára gamli hoyvíkingurin fekk roynt, hvussu "sterkasta deildin í heiminum" er.
Størri avbjóðingar koma, men jaligt at Elias fekk tað at síggja einfalt út, og at hann skoraði næstflest mál í dystinum.
Næsti dysturin hjá THW Kiel er á heimavølli móti Gummersbach hóskvøldið, har føroyski landsliðsspælarin fær roynt Wunderino arena í eyðkenda hvíta búnanum.
Í morgin fær Hákun West av Teigum helst sínar fyrstu Bundesliga-minuttir eisini, tá Füchse Berlin vitjar Leipzig.
Hondbóltur
Elias skein við sjey málum í fyrsta Bundesliga-dystinum
Føroyski spælskiparin hevði stóran leiklut í stórsigrinum hjá Kiel í 1. umfari seinnapartin.
21-ára gamli føroyski landsliðsspælarin er farin undir nýggja tilveru (Savnsmynd: Sverri Egholm)
2023-08-27 19:28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald