Hondbóltur

Elias toppskjútti og Sävehof í finaluni

Tað varð sum so eingin ivi í Partille í kvøld. Spælskiparin vísti vegin, Sävehof vann stórt, og Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún skulu skjótt spæla SM-finalur.

Elias á Skipagøtu (nr. 71 í miðjuni) varð valdur til dagsins leikari. Óli Mittún, uttast til høgru, skoraði tvey mál í kvøld (Mynd: IK Sävehof)

Elias á Skipagøtu (nr. 71 í miðjuni) varð valdur til dagsins leikari. Óli Mittún, uttast til høgru, skoraði tvey mál í kvøld (Mynd: IK Sävehof)

2023-05-11 21:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánakvøldið var tað tætt í aðru hálvfinaluni, sum var í Ystads. Útiliðið var stinnari síðstu løtuna, og teir hjá Ystads hava helst sæð, hvønn veg tað bar. Eftir úrslitið var greitt, at Ystads skuldi vinna tríggjar dystir á rað fyri at koma í SM-finalurnar, harav tvær hálvinalur í Partille.

Les eisini: 
Føroyingarnir í Savehöf nærkast finaluni
Elias: Hava spælarar sum eru góðir í avgerandi løtum

Kim Andersson og hinir megnaðu ikki at minka um munin í kvøld og við sannførandi avriki - serliga í álopsspælinum - vann Sävehof stórt. Svenska handbollsligan.se skrivar, at Ystad so gott um ongantíð fekk støðga nógvu ferðini, sum heimaliðið hevði í álopinum, og at "gul-svarta málmaskinin" gekk við fullari ferð. Heimasíðan nevndi eisini ein spælara: Spælskiparan úr Hoyvík

- Anförda av Elias Á Skipagøtu på nio meter lyckades Sävehof från start få matchen dit de ville. Efter drygt fem minuter ledde man 5–1, och större skulle segersiffrorna bli.

[object Object]
Elias í hopla og Sävehof skal spæla um gullið (Mynd: Sverri Egholm)

Aftonbladet skrivar, at Elias enn einaferð gekk á odda hjá Sävehof, og gjørdist hann toppskjútti við átta málum. Føroyingurin skoraði fýra mál fyrsta korterið, og Ystads kom ongantíð veruliga nær føroyingafelagnum. Munurin í steðginum var fimm mál, og munurin tvífaldaðist fyrstu tíggju minuttirnar eftir steðgin. So snúði tað seg bara um at koyra sigurin heim á frálíka heimavøllinum, og Sävehof vann eisini við tíggju málum og fekk spart nakað.

Óli Mittún spældi eisini sín leiklut í dystinum. Hann skoraði tvey mál og var við at fáa ferð og góðsku í spælið hjá Sävehof. 17-ára gamli A-landsliðsspælari var lyklaleikari í U18 SM-finalunum síðsta vikuskifti, og nú skal hann skjótt spæla finalur um svenska meistaraheiti. 

[object Object]
Elias og Óli eftir sigurin í Ystads mánakvøldið (Mynd: Agnar Prestá)

[object Object]
20-ára gamli hoyvíkingurin gjørdi bart í kvøkd varð valdur til dagsins spælara (Mynd: IK Sävehof)

Finalurnar verða seinasti dystirnir hjá Eliasi í svenskum hondbólti. Í summar skiftir hann til THW Kiel. Mánadagin segði Elias Ellefsen á Skipagøtu við Portalin, at fyri finalurøðina kundi tað verða týdningarmikið at vinna triðju hálvfinaluna.

 - Tað kann merkja øgiliga nógv, um vit kunnu avgerða tað hósdagin. Tað sær út til, at hin hálvfinalurøðin millum Kristianstad og Hammarby fer í fýra ella fimm dystir. Um vit kanska kunnu avgerða tað í trimum, kann tað hjálpa okkum nógv.

Í hinari hálvfinalurøðina er Kristianstad á odda 2-1 men skal vinna í Stokkhólmi í annaðkvøld fyri at tryggja sær plássið. Finalurnar um svenska meistaraheitið fara av bakkastokki í næstu viku.

Les eisini:
- Føroyar hava tvey av størstu talentunum í heiminum
Dánjal og Janus eru í finaluni

[object Object]
Mynd: Handbollsligan.se

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder