Hondbóltur

Elias verður skjótt á vøllinum aftur

Føroyski spælskiparin hevur verið darvaður av knøunum og hevur ikki spælt fyri Kiel í hesum kappingarárinum. Nú gongur framá hjá 22-ára gamla føroyinginum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu verður skjótt aftur á týsku hallargólvinum og - vónandi - heilt til reiðar at spæla fyri Føroyar í EM-undankappingini fyrst í november (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu verður skjótt aftur á týsku hallargólvinum og - vónandi - heilt til reiðar at spæla fyri Føroyar í EM-undankappingini fyrst í november (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-24 18:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri hava undrast á, hví spælskiparin og størsta stjørnan á føroyska manslandsliðnum ikki hevur spælt seinasta stóra mánaðain. 

Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi ikki við í seinastu venjingardystunum hjá THW Kiel og hevur heldur ikki verið tøkur til trý tey fyrstu umførini í Bundesliguni.

Kiel hevur á heimasíðu sínari kunnað um, at Elias hevur ein skaða at dragast við. Portalurin hevur nú spurt nærri til støðuna.

[object Object]
Kiel er uttan millum annað Elias á Skipagøtu í løtuni - her í Champions League í fjør (Mynd: EHF)

Elias á Skipagøtu hevur "springaraknæ" (Jumper's knee"). Hetta hevur órógvað í ymiskum tíðarskeiðum seinastu árini, og tað hevur tað eisini gjørt seinastu tíðina.

22-ára gamli hoyvíkingurin hevur eisini ligið við krími í eina tíð, men er nú við at koma fyri seg. Sum skilst eru knøini, og kroppurin sum heild, í so mikið góðum standi nú, at Elias er á gáttini til at spæla dystir aftur.

Hetta er gott fyri Kiel, sum hevur fleiri skaðar í bakketuni, fyri føroyska landsliðið, sum byrjar EM-undankappingina tíðliga í november, og fyri Elias Ellefsen á Skipagøtu sjálvan.

Kiel spælir aftur hóskvøldið móti Meslungen. Tað er meira sannlíkt, at Elias verður aftur til steypadystin til móti Hamburg eina viku seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder