
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagirnir spældu í gjárkvøldið sín fyrsta Champions League-heimadyst í hesum kappingarárinum. THW Kiel tók ímóti ungarska stórfelagnum Pick Szeged.
Sum væntað vann týska stórfelagið. Útiliðið hekk tó væl í nakað inn í 2. hálvleik. Síðani fór munurin upp við nøkrum málum. At enda vann Kiel 35-32.
Harvið hevur liðið nú fýra stig fyri tveir dystir í Champions League-bólkaspælinum, sum er tað einasta, ið Kiel skal hugsavna seg um nú. Í næstu viku skulu Elias og teir til Norðurmakedónia at spæla móti Eurofarm Pelister. Heili 12 umfør eru eftir. Tað snýr seg um at vera millum tey seks ovastu av teimum átta liðunum fyri at koma víðari.
Elias á Skipagøtu hevur stóran leiklut til tíðir í dystum, og í gjár spældi hann frá byrjan sum spælskipari. 21-ára gamli hoyvíkingurin skoraði fýra mál í trý-máls sigrinum.
Eitt av teimum sæst niðanfyri. Talan er um eitt langskotshøgg, tá armurin hjá dómarunum var uppi tíðliga í 2. hálvleiki. Tað er frá 1:35.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald