Annað

Elin Heðinsdóttir Joensen: ÍSF fær ikki neyðugu játtanina

Forsetin í ÍSF var hvassorðað, tá hon á aðalfundinum í gjár kom inn á fíggjarviðurskiftini.

– Eg byrji at kenna meg sum eina skøvaða plátu, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti (Mynd: ÍSF)

– Eg byrji at kenna meg sum eina skøvaða plátu, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti (Mynd: ÍSF)

2021-05-30 15:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var aðalfundur hjá Ítróttasambandi Føroya, og forsetin, Elin Heðinsdóttir Joensen, var, sambært ÍSF, hvassorðað, tá hon kom inn á fíggjarviðurskiftini hjá føroyskum ítrótti.

– Tørvurin hjá ÍSF er 25 mió. krónur frá landinum árliga. Tað er tað, sum tað kostar, at vit gerast fleiri - og at vit gerast betur. At føroyingar kunnu kappast í EM, HM og OL. At vit skipa fyri stórum kappingum her heima. Og tað er eisini kostnaðarmikið at skapa so góðar karmar um okkara størstu talent, at tey hava ein møguleika at standa seg uttanlands. Alt hetta kemur ikki av sær sjálvum. Tað kostar, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.

– Vit hava tosað við allar flokkar á tingi. Tey siga seg skilja støðuna. Tey siga seg virða alt tað góða, sum ítrótturin stendur fyri og fremur her á landi. Tey takka okkum og heiðra okkara íðkarar, tá úrslitini koma. Men tað vísir seg ikki vera eins stór entusiasma, tá fíggingin skal fáast til vega.

Elin Heðinsdóttir Joensen helt tað vera øgiliga lætt at siga føgur orð um felagsskap, ítróttargleði og hvussu errin tey eru, tá tað gongur væl - um fíggingin ikki fylgir við. Um man ikki veruliga vil síggja reella virðið av ítróttinum. Tað er for lætt. Og tað er for bíligt - bæði so og so, sigur hon.

– Eg byrji at kenna meg sum eina skøvaða plátu, sum aftur og aftur vísir á, hvussu nógv ítrótturin faktiskt sparir landinum fyri. Øll nikka. Øll vita tað. Men tá játtanin skal býtast út, hendir ov lítið.

– Tað er jú nógv bíligari at hava ítróttin, enn at skula rinda fyri alternativið, um eingin ítróttur var. Tí var ítrótturin ikki, ja, so hevði tað verið dýrt fyri samfelagið uppá so nógvar mátar. Tað vita øll, slerdi forsetin í ÍSF fast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder