Fótbóltur

Elisabet Erlendsdóttir er ítróttastjørnuskotið

Málið fyri 2022 er at seta nøkur nýggj met, avdúkaði Elisabet Erlendsdóttir.

2022-02-05 20:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Svimjarin Elisabert Erlendsdóttir er ársins ítróttastjørnuskot. Hon fekk handað heiðursløn á Ítróttafagnaðinum í kvøld.

Elisabeth Erlendsdóttur er 16 ár og svimur við Havnar Svimjifelag. Elisabeth hevur seinasta árið av álvara víst, at hon, hóast sín unga aldur, er ein av føroya bestu svimjarum. Hennara framgongd hevur verið eyðsýnd seinastu árini, og hetta er komið orsakað av hennara stálvilja og ágrýtni til venjing og kapping.

Úrslitini í 2021 hava eisini verið framúr. Elisabeth gjørdist mest vinnandi svimjarin til FM á stuttgeil í novembur og setti eini føroyskt met í 50 metur rygg.
Hon vann bæði bronsu og silvur til NJM 2021 í Svøríki, og hon kvalifiseraði seg og luttók til HM í Abu Dabi í desember. 

- Málið fyri 2022 er at seta nøkur met, avdúkaði Elisabet Erlendsdóttir.

Umframt Elisabet Erlendsdóttir, vóru flogbóltsspælarin Filip Ilic úr ÍF, hondbóltspælarin úr H71, Jana Mittún, eisini í uppskoti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder