Annað

Elisabeth á Georgia Tech

Georgia Tech er høgt í metum millum amerikonsk universitet, bæði tá ið tað kemur til tað akademiska og tað ítróttarliga. Hetta kann metast við at fáa sáttmála í Premier League, skrivar Havnar Svimjifelag.

Í fjør vann Elisabeth heiðurslønina Stjørnuskot 2021 á Ítróttafagnaðinum, sum ÍSF skipar fyri

Í fjør vann Elisabeth heiðurslønina Stjørnuskot 2021 á Ítróttafagnaðinum, sum ÍSF skipar fyri

2023-05-15 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Unga stjørnuskotið Elisabeth Erlendsdóttir hevur gjørt avtalu við universitetið Georgia Tech, um at byrja har komandi ár, boðar Havnar Svimjifelag frá.

– Elisabeth Erlendsdóttir, ið byrjaði at svimja sum seks ára gomul við Havnar Svimjifelag, vísti tíðliga svimjitalent, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Víst verður m.a. á, at hon var 14 ára gomul, tá ið hon fyrstu ferð kláraði kravtíð til Oyggjaleikir á Gibraltar 2019 og var tá yngsti luttakari úr Føroyum, og í fjør vann Elisabeth heiðurslønina Stjørnuskot 2021 á Ítróttafagnaðinum, sum ÍSF skipar fyri.

– Hennara áhaldni og dirvi vísti skjótt, at hon mátti uttanlands at fáa sær tær avbjóðingarnar, sum skulu til, so at hon áhaldandi kann menna seg, og hon fór tí yvirum hav á high school: “The Bolles” í Jacksonville Florida, sum er fremsti skúlin innan svimjing í USA. Har hevur hon gingið á miðnámsskúla og svomið fyri The Bolles Sharks.

– Elisabeth umboðaði Havnar Svimjifelag á Danish Open í ár, har hon m.a. svam seg til eina gullnál í 50m rygg við tíðini 29.94 á langbana, sum svarar til 731 FINA-stig, tað vil siga, at hon er millum top 27% í heiminum í 50m rygg á langbana.

Tað gongur so mikið væl hjá Elisabeth, at hon nú hevur gjørt munnliga avtalu við universitetið Georgia Tech, um at byrja har komandi ár, og tað er ikki bara-bara.

– Georgia Tech er høgt í metum millum amerikonsk universitet, bæði tá ið tað kemur til tað akademiska og tað ítróttarliga. Hetta er á hædd við at fáa sáttmála í Premier League hevði talan verið um fótbólt, skrivar Havnar Svimjifelag.

– Georgia Tech er í bestu deildini (Division 1) í NCAA, bæði hjá monnum og kvinnum, og er í løtuni styrkismett sum nr. 14 í kappingini hjá kvinnum. Í 2016 vann Georgia Tech Women’s NCAA Division 1. Melanie Margalis, sum hevur gingið á skúla har, var við til at vinna OL-gull í 4x200 frí í Rio 2016, og hon er nú venjari á Georgia Tech, afturat høvuðsvenjaranum Courtney Shealy Hart, sum vann tvey OL-gullheiðursmerkir í Sydney 2000.

– Vit í Havnar Svimjifelag eru sera errin av Elisabeth, sum er eitt fyrimyndarligt umboð fyri felagið og fyri Føroyar. Hon fer aftur í ár at umboða Føroyar til Oyggjaleikirnar í Guernsey. Vit ynskja Elisabeth allar bestu eydnu við svimjingini og gleða okkum til at fylgja henni í framtíðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder