Annað

Elisabeth og Bartal á evropeiskari juniormeistarastevnu í Italia

Evropeiska svimjisambandið skipar fyri Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil í komandi viku – Av teimum 566 luttakarunum eru Elisabeth Erlendsdóttir og Bartal Erlingsson Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag.

Bartal, Panos og Elisabeth í Svimjihøllini í Gundadali (Mynd: Svimjisamband Føroya)

Bartal, Panos og Elisabeth í Svimjihøllini í Gundadali (Mynd: Svimjisamband Føroya)

2021-07-03 15:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 6. til 11. juli skipar evropeiska svimjisambandið fyri Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil 2021, í samstarvi við italska svimjisambandið FIN í italska høvuðsstaðnum Rom.

Í kappingini luttaka eini 566 svimjarar úr 48 londum. Føroyar hava tveir luttakarar í kappingini – Elisabeth Erlendsdóttir og Bartal Erlingsson Eidesgaard, sum bæði eru úr Havnar Svimjifelag.

Við Elisabeth og Bartali eru venjari teirra í Havnar Svimjifelag, Panagiotis Christou, umframt ferðaleiðari Hjørdis Sólbjørg Mortensen. Føroyska ferðaliðið fer úr Vágum í morgin, sunnudagin 4. juli, og kemur heim aftur mánadagin 12. juli, skrivar Svimjisamband Føroya á heimasíðuna.

Elisabeth og Bartal luttaka í hesum kappingum:

  • Kap 10 –  7. juli – 100 frí menn – Bartal #80 av 92
  • Kap 11 –  7. juli – 100 rygg kvinnur – Elisabeth #42 av 51
  • Kap 19 –  8. juli – 50 bringa menn – Bartal #48 av 51
  • Kap 24 –  9. juli – 200 frí menn – Bartal #52 av 57
  • Kap 25 –  9. juli – 50 rygg kvinnur – Elisabeth #31 av 37
  • Kap 31 –  10. juli – 50 frí menn – Bartal #74 av 85
  • Kap 35 –  10. juli – 200 rygg kvinnur – Elisabeth #22 av 26
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder