Fótbóltur

Elvio er aftur í Fuglafirði

Verjukendi argentinin spældi 15 dystir fyri ÍF í fyrru hálvu í fjør og gjørdi veruliga vart við seg.

- Hann leikti við okkum fyrru helvt av kappingarárinum 2022 og vóru vit øll sera glað fyri hansara áræði, lætta lyndi og ikki minst hansara evnir sum fótbóltsleikara (Mynd: ÍF)

- Hann leikti við okkum fyrru helvt av kappingarárinum 2022 og vóru vit øll sera glað fyri hansara áræði, lætta lyndi og ikki minst hansara evnir sum fótbóltsleikara (Mynd: ÍF)

2023-01-28 09:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit kunnu við stórari gleði kunngerða, at lívsglaði argentinin, Elvio Gelmini, nú er ein ordiligur ÍF´ari. Vit hava í dag gjørt avtalu við Elvio um, at hann kappingarárið 2023 leikar við okkum.

Soleiðis skrivaði ÍF á Facebook-síðu sínari í gjárkvøldið.

Elvio kom upprunaliga til Føroyar at spæla fyri AB, men felagið á Argjum leigaði hann og landsmannin Santiago Lebus út til ÍF í fyrru hálvu. Hetta var sannur fongur fyri felagið í Fuglafirði, sum vann 1. deild í fjør - Santiago var tó nakað skaddur, men gjørdi mun tá hann spældi og hevði eina góða seinnu hálvu á sentrala miðvøllinum hjá AB.

Elvio Gelmini var lyklaleikari alla fyrru hálvu, har hann spældi 15 dystir og skoraði eitt mál, sambært FaroeSoccer. Hann hevur skjótar føtur, og við sínum kontanta stíli gjørdi hann serliga mun í verjukenda partinum. Hann gjørdi millum eisini veruliga vart við seg sum verjukendur miðvallari í steypadysti í Klaksvík, har ÍF helt KÍ frá at skora í 83 minuttir.

- Hann leikti við okkum fyrru helvt av kappingarárinum 2022 og vóru vit øll sera glað fyri hansara áræði, lætta lyndi og ikki minst hansara evnir sum fótbóltsleikara.

Elvio fór aftur til Argentina eftir summarsteðgin, men nú kunnu tey í Fuglafirði fegnast um, at 26-ára gamli argentingin er aftur í Fløtugerði, og at hann kann hjálpa ÍF í tilveruni í Betrideildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder