Annað

EM-flogbóltur: Skotland vann 3-0 á Grønlandi

Skotland vann dystin ímóti Grønlandi 3-0, og sosatt liggja teir væl fyri at vinna kappingina, alt eftir, hvat dysturin millum Føroyar og Ísland endar við um eina løtu.

Grønlendingar her í dysti móti Føroyum fríggjakvøldið. Føroyar vunnu 3-0 í settum (Mynd: Sverri Egholm)

Grønlendingar her í dysti móti Føroyum fríggjakvøldið. Føroyar vunnu 3-0 í settum (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-06 16:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skotland vann dystin ímóti Grønlandi 3-0, og sosatt liggja teir væl fyri at vinna kappingina, alt eftir, hvat dysturin millum Føroyar og Ísland endar við seinni í dag.

Settini endaðu 11-25, 14-25 og 18-25.

“Finala” klokkan 17

Klokkan 17:00 skal Føroyar spæla ímóti Íslandi og kravið til Føroyar er ein 3-0 sigur, um 1. plássið skal røkkast, ella at vunnið verður 3-1 við stórum settmuni.

Flogbóltssambandið vónar tí, at nógv fólk leita sær í Høllina á Hálsi at stuðla føroyska liðnum.

Dysturin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder