Fótbóltur

Seinastu tvey árini: Moldova so at siga bara vunnið stig móti teimum vánaligastu í Evropa

Moldova hevur ikki vunnið í teimum seinastu 16 dystunum, men liðið er í góðari menning, vísir Eyðun Klakstein á, og væntar venjarin torføran útidyst í morgin. Moldova vann í Føroyum, seinast londini hittust.

Føroyar megnaðu ikki at vinna móti Moldova í 2023, tá moldovar høvdu eina flotta undankapping. Síðani hava úrslitini hjá Moldova samanlagt verið vánalig (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyar megnaðu ikki at vinna móti Moldova í 2023, tá moldovar høvdu eina flotta undankapping. Síðani hava úrslitini hjá Moldova samanlagt verið vánalig (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-09-28 17:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Chisinau, Moldova (Portalurin): 10. september 2023 var eitt stórt vónbrot fyri føroyska manslandsliðið. Tá vann Moldova 1-0 á Tórsvølli í einari EM-undankapping, har Føroyar ongan dyst vunnu og endaðu greitt aftast í bólkinum.

Moldovar vóru tó í betri støðu tá: Pólland tapti her í tí kappingini, Moldova spældi javnleik móti Kekkia á Zimbru leikvøllinum, og tað eydnaðist eisini at fáa stig móti Albania og í Póllandi.

[object Object]
Tað endaði 1-1 millum Føroyar og Moldova í Chisinau í mars 2023. Nakrar mánaðir seinni vóru teir reyðkløddu omaná á Tórsvølli (Mynd: Jens Kr. Vang) 

Men eftir fyrra partin av Nations League 2024, tá Moldova vann sín bólk í niðastu deildini, hevur gingið niðureftir. Tað byrjaði við tapi á Malta og síðani sigurin í Andorra 16. november 2024 hevur manslandsliðið hjá Moldova ikki vunnið.

Talan er um 16 dystir. Her ímillum var eitt samanlagt 16-1 tap yvir tveir dystir móti Noreg og tap fyri Estlandi á heimavølli. Júst Estland er sterkasta liðið, Moldova hevur fingið stig ímóti í kappingardysti síðani Føroyar (1-1 í Tallinn í oktober í fjør)

Á heysti 2024 vóru sigrarnir móti San Marino, Malta og Andorra (tvær ferðir) - tríggir teirra á heimavølli

- Vit vita, at úrslitini hjá Moldova seinastu árini ikki hava verið, sum teir hava ynskt. Men eg síggi eitt lið, sum er á veg rætta vegin.

Hetta staðfesti Eyðun Klakstein á dagsins tíðindafundi. Hann hevur sjálvandi hugt eftir mótstøðuliðunum seinastu tíðina.

[object Object]

[object Object]

Portalurin fyrihelt føroyska venjaran til, at Moldova seinastu stóru tvey árini so at siga bert hevur vunnið stig móti á pappírinum fimm teimum vánaligastu liðunum í Evropa. Og hetta skulu Føroyar sjálvandi ikki gerast partur av

- Moldovar síggja hetta hetta sum teirra besta møguleika at fyri sigri í hesi kappingini, og vit skulu finna loysnirnar at vinna á teimum. Men eg vænti, at tað verður trupult, vísir føroyski landsliðsvenjarin á.

Føroyar spældu 1-1 javnleik á heimavølli móti Kasakstan, sum er styrkismett beint yvir okkum, leygardagin. Moldova er lægst styrkismett í bólkinum og bert fimm UEFA-lond eru styrkismett lægri yvirhøvur (Malta, Andorra, Gibraltar, Liktinstein og San Marino eru undir). Føroyar eru, eftir góðu úrslitini í fjør, nakað yvir hesum.

[object Object]
Føroyar vóru leingi á odda á hesum leikvøllinum í 2023, men tað endaði 1-1. Í 2021 skoraði Meinhard Egilsson Olsen føroyska málið í Moldova; tá endaði tað eisini 1-1 (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder