Loksins er EM-kappingin í flogbólti fyri U 16 landslið liðug.
Tað vóru Finnland og Danmark, sum spældu seinasta dystin – finaluna. Henda gjørdist javnari enn ein hevði roknað við, tí higartil hevði Finnland víst tað besta spælið í kappingini, men Danmark hevði fyrireikað seg væl, og var í fleiri umførum á odda í dystinum.
Men tá tað veruliga var avgerandi, so vísti Finnland, at tær vóru tann rætti vinnarin. Dysturin endaði 3-0 til Finnland.
Føroyar vunnu 4. plássið
Dysurin um 3. plássið var millum Føroyar og Svøríki.
Svøríki vann dystin 3-0, men í 3. settið var Svøríki í stórum trupulleikum, tá Føroyar eitt skifti førdi 18-14, men eftir nakrar smáfeilir, megnaði føroyska liðið ikki at halda fast, og tapti settið 25-22. Hini settini endaður 25-17 og 25-20.
Sum vantað, so hevði Svøríki sterkara liðið, men við tað at hetta er fyrstu ferð Flogbóltssambandið hevur landslið í hesum aldurbólkinum, so verður eitt samlað 4. pláss mett sum ein góð byrjan.
Við 4. plássinum hevur føroyska liðið eisini vunnið sær rætt til lutøku í øðrum umfari í kappingini. Henda kapping verður í vár.
5. plássið
Fyrr í dag spældu Írland og Ísland, og henda dystin vann Írland óvantað 3-1, við settúrslitunum 25-13, 7-25, 25-23 og 25-18.
Endaliga støðan gjørdist sostatt:
1 Finnland
2 Danmark
3 Svøríki
4 Føroyar
5 Írland
6 Ísland
- Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald